TB kunngerð í kvøld nýggjan verjuleikara. Talan er um Chris Jastrzembski úr Póllandi, sum hevur skriað undir við felagið fyri hetta kappingarárið.
- Vit eru sera fegin um tað, tí Chris hevur drúgvar royndir og hevur víst sera góðar dygdir, nú hann hevur verið og royndarvant, sigur Tvøroyrar Bóltfelag.
Chris Jastrzembski er 26 ára gamal og leikti í 2021 fyri B68. Tað gjørdist til 23 dystir fyri toftamenn.
Eftir B68 fór hann til íslendska Selfoss, men hevur annars spælt mest í lægru týsku deildunum.
Fyrr í dag skrivaði Portalurin um landsliðsleikaran Gilla Róltantsson Sørensen, sum kann vera á veg til barndómsfelagið. 30 ára gamli tvøramaðurin hevur ikki sáttmála við nakað felag, og sum skilst er TB eitt av feløgunum, sum liggur fram við.
Flytingarvindeygað letur aftur í morgin klokkan 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald