Í gjár spældi 18-ára gamli Børge Petersen fyri fyrstu ferð í ár í Betrideildini. Hann byrjaði saman við Jákup Biskopstø Andreasen á sentrala miðvøllinum hjá KÍ. Har hevur miðverjin Deni Pavlovic spælt í fleiri dystum, Steinbjørn Olsen hevur spælt í løtum, og albanski Alessio Hyseni spældi níggju dystir, áðrenn leiguavtala hansara endaði.
KÍ hevur roynt at funnið røttu loysnina á miðvøllinum - tómrúmið eftir Semir Hadzibulic og Simen Sandmæl er ikki fylt. Chidiebere Nwakali skuldi royndarvenja seinast í mai, men var als ikki nær við at vera í nøktandi venjing. Nú er næstan greitt, at tað er ikki langt frá, at Heini Vatnsdal verður KÍ-leikari, men í gjár kundi KÍ avdúkað ein nýggjan miðvallara.
Talan er um 23-ára gamli slovenan David Skrbec, sum seinastu trý árini hevur spælt fyri NK Krka í næstbestu slovensku deildini. Sambært transfermarkt.com spældi Skrbec farna kappingarár, áðrnen korona støðgaði tí, 20 dystir og skoraði eitt mál. Heimasíðan hjá KÍ skrivar, at Skrbec hevur verið liðfelagið við Marko Dusak seinastu tvey árini. Tað er kroatiski verjuleikarin, ið spældi við KÍ í fyrru hálvu í 2018.
Sáttmálin millum partarnar er galdandi til endan av 2021
Fótbóltur
KÍ hevur fingið nýggjan miðvallara
Talan er um 23-ára gamli slovenan David Skrbec, sum kemur frá felagið í næstbestu slovensku deildini. Sáttmálin millum partarnar er galdandi til endan av komandi kappingarárið.
2020-07-13 06:52
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald