Fótbóltur

KÍ í sterkastu uppstilling á Tórsvølli

Mikkjal Thomassen hevur sett teir somu ellivu leikararnar á vøllin fyri byrjan, sum hann gjørdi til dystirnar móti Young Boys, HB og TB.

Jesper Brinck er við at gerast fastur á vinstra bakki (Mynd: Sverri Egholm)

Jesper Brinck er við at gerast fastur á vinstra bakki (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-24 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ (4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck - Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen - Páll Andrasson Klettskarð, Ole Erik Midtskogen

Í løtuni sær hetta út til at vera sterkasta uppstilling hjá KÍ - teir ið Mikkjal Thomassen metir eru sínir bestu ellivu leikarar í løtuni.

Fyrsta bríksl á Tòrsvølli verður klokkan 19.00. Dysturin KÍ - Dinamo Tbilisi í 3. umfari í Europa League kann síggjast í Kringvarpinum - tann fyrsti hálvi tímin bert á heimasíðuni, tí Dagur og Vika er. 

Á bonkinum hjá KÍ: Lukasz Jarosinski, Davíd Langgaard Ísak Simonsen, David Skrbec, Jonn Johannessen, Børge Petersen

Les eisini: Ymiskt peikar rætta vegin hjá KÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder