Fótbóltur

Ymiskt peikar rætta vegin hjá KÍ

Allarflestu leikararnir eru tøkir, KÍ hevur góð evropeisk úrslit á heimavølli seinastu árini, og eitt felag úr Georgia er ikki heilt ræðandi.

Odmar Færø noyddist út við skaða í Trongisvági leygardagin. Hann spælir tó helst í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Odmar Færø noyddist út við skaða í Trongisvági leygardagin. Hann spælir tó helst í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-24 15:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld spælir KÍ sín fyrsta evropeiska heimadyst nakrantíð á Tórsvølli. Seinastu árini hevur felagið spælt sínar dystir á Svangaskarði ella á Ovara vølli í Gundadali.

Vøllurin við Djúpumýru var góðkendur til 1. umfar í Champions League í ár, men dysturin varð av ongum, tí korona hevði rakt Slovan Bratislava. KÍ kom víðari uttan dyst, tapti 3-1 í Bern í næsta umfarinum og kom harvið yvir í Europa League har liðið í kvøld skal spæla í 3. umfari. Til hetta stigið í kappingini er bert Tórsvøllur góðkendur av vallunum í Føroyum, og tí vitjar georgiska meistaraliðið Dinamo Tibilisi har í kvøld.

Les eisini: 

KÍ hevur væl størri møguleika á pappírinum

Kunnu skriva nýggja evropeiska søgu

KÍ hevur seinastu árini spælt tættar dystir í Europa League á heimavølli. Liðið hjá Mikkjali Thomassen hevur vunnið tvær ferðir, spælt tveir málleysar javnleikir - ein ímóti svenska stórfelagnum AIK og ein ímóti Riterai úr Litava ið gav víðari luttøku til 2. umfar - og tapt tveir tepurt (móti litaviska Zalgiris og sviesiska Luzern). Tað kann ikki væntast, at Tibilisi er nógv sterkari enn nakað av hesum fýra nevndu liðunum. Norðlýsið vísur á, at KÍ bert í einum av hesum seks dystunum hevur latið meira enn eitt mál inn.

[object Object]
Patrik Johannesen í dystinum móti Riterai í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Dinamo Tibilisi er tað greitt mest vinnandi felagið í Georgia og vann eisini meistaraheiti í fjør. Tó hava seinastu árini ikki verið so framúr. Í Evropa hevur liðið í nøkrum av seinastu árunum verið rímiliga nær við at rokkið einum bólkaspæli, men tað hevur ikki eydnast. Áðrenn hetta evropeiska kappingarárið var georgiska deildin mett at verða nummar 44 útav teimum 55 í Evropa - hetta er bygt á evropeisk úrslit. Betrideildin var nummar 53, men úrslitini seinastu vikurnar, serliga hjá B36, hava lyft Føroyar uppeftir.

Georgisk feløg hava nakrar ferðir áður spælt í Føroyum. Tvær ferðir er tað endað við tapi. Í 2003 vann HB 3-0 á WIT Georgia, og í 2008 vann NSÍ 1-0 á júst Dinamo Tibilisi.

Tað hoyrir tó við til søguna, at HB hevði tapt tann fyrra dystin 5-0, og at NSÍ fimm ár seinni tapti 3-0, í fyrra dystinum sum var í georgiska høvuðsstaðnum. Fimm ár eftir hetta var Dinamo Tibilisi aftur í Føroyum. Á Tórsvølli endaði tað 3-1 til útiliðið, og eins og í 2008 var tað ein klaksvikingur, ið skorað móti Tibilisii: Niels Pauli Danielsen skoraði fyri EB/Streym í 2013 - Hjalgrím Elttør í 2008 fyri NSÍ. EB/Streymur tapti heili 6-1 í Georgia.

[object Object]KÍ stríddist ímóti Young Boys í 2. umfari í Champions League (Mynd: EPA)

Nú er tað ein dystur, og ein spennandi møguleiki hjá KÍ at náa playoff-umfarinum, hóast talan er um eina trupla útgávu. Liðið hjá KÍ er sum so fullmannað. Ivamál hevur verið um Odmar Færø, sum varð borin út í Trongisvági leygardagin. Men Norðlýsið skrivar, at landsliðsmiðverjin er tøkur. Abubakar Ibrahim Aliyu er ikki partur av hópinum í løtun.

KÍ vísti í dystinum móti Young Boys, at liðið kann standa seg móti liðið á høgum støði, og seinasta árið hevur KÍ víst, at tað er væl sett upp til at spæla evropeiskan fótbólt og hevur fyrimunin av at spæla í kendum umstøðum og á graslíki. Dinamo Tbislisi vunnu í seinasta umfari 1-0 eftir longda leiktíð móti meistarunum í Wales.  

Íslendski dómarin bríkslar í gongd fyri fyrstu ferð klokkan 19. Dysturin kann síggjast í Kringvarpinum.

Vit dagføra av Tórsvølli og hava ymiskt tilfar frá dystinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder