Í annaðkvøld skulu B36 og KÍ dystast í 3. umfari í Europa League. Tað er bert Víkingur, av teimum føroysku feløgunum, ið hevur verið har áður. Tað var í 2014 eftir samanlagdar sigrar á Daugavpils (Lettland) og Tromsø (Norra). Tá var Riejka úr Kroatia ein alt ov stórur biti í 3. umfari.
Tað kann, sambært veddingarfyritøkunum, væntast, at B36 rennur seg í nakað líknandi í morgin. CSKA Sofia endaði nummar tvey í Bulgaria í fjør. Liðið er ikki vanligur gestur í bólkaspølum men var í bólkaspælinum í Europa League í 2009 og 2010. Í fjør vann liðið 4-0 á OFK Titograd úr Montenegro - liðið ið B36 sló út í 2018 eftir 2-1 í Montenegro - í 1. umfari í Europa League. Í 2. umfari vann CSKA eftir brotssparkskapping móti kroatiska Osijek, men í 3. umfari var Zorya Lushansk úr Ukraina omaná.
Sí eisini: B36 fyrireikar seg nú í Sofia
Sambært nøkrum av stóru veddingarfyritøkunum gevur ein sigur til heimaliðið bara peningin millum 1,10 og 1,15 ferðir aftur. Ein B36 sigur gevur peningin upp til 20 ferðir aftur. Tað er upp til liðið hjá Jákup á Borg at hava dystin spenanndi so leingi sum gjørligt og síðani sláa til, tá møguleikaranir eru har. Tað eru 90 minuttir + ein hálvur tími, um tað stendur á jøvnum - stendur tað eisini á jøvnunm eftir 120 minuttir skal tað avgerðast við brotsspørkum. B36 hevur megnað at vunnið á allar hættirnar higartil í Europa League 2020-2021.
Í farnu viku sló B36 The New Saints út eftir brotssparkskapping (Mynd: Sverri Egholm)
Tað er næstan ein mánaði síðani seinasta evropeiska dyst hjá KÍ. Tá taptu føroyameistararnir 3-1 í Bern í 2. umfari í Champions League. KÍ kom víðari úr fyrsta umfari við skriviborðssigri á Slovan Bratislava.
Nú er KÍ í Europa League og hevur fyrimunin við heimavøllinum. Favorittar eru klaksvíkingar ikki: Ein sigur til KÍ gevur peningin upp ímóti fimm ferðir aftur. Oddsini á Dinamo Tibilisi liggja millum 1,70 og 1,75 hjá flestu stóru veddingarfyritøkunum. Harvið er tað als ikki órealistiskt hjá KÍ at vinna, tó at tað verður sera trupult móti greitt størsta felagnum í Georgia. Deildin í Georgia er styrkismett nakað omanfyri tað føroysku - í summar vóru sjey pláss á muni, tá tað snýr seg um evropeisk úrslit.
Seinast Dinamo Tibilisi var í Føroyum var í 2013. Tá endaði tað 3-1 til útiliðið á Tórsvølli. Niels Pauli Danielsen skoraði málið fyri EB/Streym. Í 2008 eydnaðist tað hjá NSÍ at vinna Champions League-dystin í Gundadali. Ein annar klaksvíkingur, Hjalgrím Elttør, stóð fyri málinum. Felagið hevur seianstu árini veirð sligið út úr 3. umfari ella í Playoff-umfarinum av Europa League.
Les eisini: KÍ kann síggjast í Kringvarpinum - B36 í Televarpinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald