Fótbóltur

Kunnu skriva nýggja evropeiska søgu

Eitt føroyskt felag hevur ongantíð áður spælt seg til playoff-umfarið í Europa League.

Patrik Johannesen og KÍ spæla á Tórsvølli í kvøld móti georgiska meistaraliðnum (Mynd: EPA)

Patrik Johannesen og KÍ spæla á Tórsvølli í kvøld móti georgiska meistaraliðnum (Mynd: EPA)

2020-09-24 16:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld spæla B36 og KÍ í triðja umfari (3QR) í Europa League. B36 spælir í bulgariska høvuðsstaðnum, har CSKA Sofia tekur ímóti, meðan KÍ spælir í føroyska høvuðsstaðnum - á heimavølli móti Dinamo Tibilisi úr Georgia. 

KÍ kann síggjast í Kringvarpinum - B36 í Televarpinum

Eydnast tað føroysku liðunum at vinna eftir 90 minuttir, 120 minuttir ella eftir brotssparkskapping verður søga skrivað, tí ongantíð áður hevur eitt føroyskt felag spælt seg til playoff-umfarið í Europa League. Tað skal avgerðast í kvøld, og her er møguleikin hjá B36 og KÍ at koma heilt tætt uppá eitt bólkaspæl: Playoff-umfarið er seinasta stigið áðrenn bólkaspælið.

[object Object]
B36 hevur vunnið seg víðari tríggjar ferðir - nú bíðar greitt størsta uppgávan higartil í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er bert Víkingur, ið áður hevur verið í 3. umfari í Europa League. Tað var í 2014, tá liðið úr Eysturkommunu, undir leiðslu av Sigfríði Clementsen, spældu seg tvær ferðir víðari, áðrenn Riejka úr Kroatia gjørdist endastøðin.

Europa League 3. umfar
24.09
18.00: CSKA Sofia - B36 (Kann síggjast í Televarpinum)
19.00: KÍ - Dinamo Tibilisi  (Kann síggjast í Kringvarpinum)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder