Fótbóltur

KÍ til reiðar til evropeiskt brak móti Radnički 1923 í kvøld

Klokkan 19.45 stendur KÍ fyri eini spennandi evropeiskari avbjóðing, tá liðið tekur ímóti serbiska felagnum Radnički 1923. Vinnarin av dystinum fer víðari til triðja umfar í Conference League.

Páll Klettskarð og KÍ stríðast fyri at røkka deildarspælinum í Conference League - tað gjørdi liðið í 2023, tá tað var bólkaspæl. Til at hetta skal vera gjørligt er neyðugt við sigri við Djúpumýru, har tað verður útselt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Páll Klettskarð og KÍ stríðast fyri at røkka deildarspælinum í Conference League - tað gjørdi liðið í 2023, tá tað var bólkaspæl. Til at hetta skal vera gjørligt er neyðugt við sigri við Djúpumýru, har tað verður útselt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-31 12:54 Author image
Áron Vest
placeholder

Á Djúpumýru í kvøld verður svar givið uppá, hvørt tað verður KÍ úr Klaksvík ella Radnički 1923 úr Serbia, sum skal víðari í Conference League. KÍ hevur eitt gott útgangsstøði frá fyrra dystinum, sum endaði við málleysum javnleiki í einum hita, sum valla nakar klaksvíkingur er vanur við. 

Í KÍ leguni verður sæð fram til enn eitt evropeiskt ævintýr. Við í evropeiska ævintýrinum fylgja nógvar óteljandi fjepparaupplivingar, umframt milliónir av krónum. Kemur KÍ víðari til triðja umfar, fær liðið knappar tríggjar milliónir krónur, umframt 0,5 sonevnd koeffisientstig í skjáttuna. Hesi telja fimm ár fram í Evropa. 

Les eisini: KÍ-liðformaðurin: - Hetta eru teir dystirnir vit minnast

Hjá gestunum úr Serbia snýr tað seg um betra um forkølaða evropeiska stiman, liðið hevur havt, undanfarnu árini. Í fjør náddi Radnički 1923 at spæla tveir dystir í øðrum umfari, og so var liðið úti. Hetta var eftir brotssparkskapping móti Mornar Bar úr Montenegro. Fyri uttan teir dystirnar, umframt dystin móti KÍ í Serbia í síðstu viku, hevur liðið ongar dystir spælt í evropeiskum fótbólti. 

Bláa Bylgjan, ið er fjepparafelagið hjá heimaliðnum, skipar fyri undirhaldi og upphiting frá klokkan 17:15. Hetta verður aftanfyri gamla skýlið, sum so mangan áður. 

Fyri liðið, sum fer avstað sum tapari eftir dystin í kvøld, merkir hetta eitt farvæl til evropeiskan fótbólt fyri hetta árið. Sostatt stendur alt opið - og við einari trýstandi Djúpumýru kann alt henda.


UEFA Europa Conference League
Í kvøld, hósdagin 31. juli

19.45: KÍ - Radnicki (0-0)
StroymingKÍ-Varpið

Til ber at fylgja við ovast á Portalinum og í okkara beinleiðis bloggi. FM1 sendir eisini frá dystinum.

Sambært atgongumerki.fo eru ongi atgongumerki eftir til dystin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder