
- Tað er eingin loyna, at tað er nakað eyka uppá spæl. Haldi ikki vit skulu vera so bangnir fyri at kalla tað, hvat tað er. Tá man kemur víðari í hesari kappingini, so er hvør dystur tann mest umráðndi, og tað verður tað aftur í morgin. Vit hava lagt eitt gott útgangsstøði við dystinum í Serbia og eru øgiliga spentir.
Orðini eigur KÍ-liðformaðurin. Stutt eftir stuttu venjingina við Djúpumýru í kvøld setti hann orð á støðuna hjá KÍ eftir 0-0 í fyrra Conference League-dystinum móti Radnicki og á sinnisstøðuna undan seinna dystinum í 2. umfari
Hvussu kunnu vit vænta at síggja KÍ spæla dystin, sum skal vinnast, spyrja við Jákup Biskopstø Andreasen:
- Eg haldi, at nógvir evropeiskir dystir hjá okkum líkjast øðiliga nógv. Tá tú spælir í Evropa, so er at royna at tryggja sær tað at halda nullið fyrst. Tað er høvuðsmálið hóskvøldið. Í Serbia megna vit at hótta eitt sindur, og tann partin plaga vit at vera betri til á okkara heimavølli, við okkara undirlagi.
So: Fyrst og fremst kemur man at síggja eitt KÍ-lið, sum fer at arbeiða gróthart og so hótta meira enn í fyrra dystinum, lovar liðformaðurin.
Jákup saman við soninum eftir 2-0 sigurin á SJK í Klaksvík í 1. umfari (Mynd: Sverri Egholm)
- Ein fragd
27-ára gamli klaksvíkingurin kemur eisini inn á heimáskoðararnar. Tá yvir eitt samdøgur var til dystin, var útselt við Djúpymýru.
Talan er um 1.600 setur, og so nógv hava ongantíð verið til evropeiskan dyst í Klaksvík áðrenn - vóru umleið 1.350 setur til og við dystirnar í fjør.
- Hetta eru teir dystirnir, vit minnast. Dysturin í fyrsta umfari móti SJK var ein fragd - serliga í "samspælinum" millum spælið, okkum og fjeppararnar. Tað var heilt fantastiskt.
KÍ'arnir fagna áskoðarunum, sum settu sín dám á móti SJK fyri 13 døgum síðani (Mynd: Sverri Egholm)
Hoyr alla samrøðuna við Jákup B. Andreasen ovast.
Uefa Europa Conference League
Í morgin, hósdagin 30. juli
19.45: KÍ - Radnicki (0-0)
Stroyming: KÍ-Varpið
Til ber at fylgja við ovast á Portalinum og í okkara beinleiðis bloggi. FM1 sendir eisini frá dystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald