KÍ-kvinnurnar komu í nátt á hotellið í Kypros, har undanbólkaspæl í Champions League verður næstu dagarnar.
Hósdagin er tað meistarin í Sveis, FC Zürich Frauen, sum er mótstøðulið, og leygardagin møta KÍ-kvinnurnar meistararunum úr Kypros, Apollon Ladies FC ella lettisku meistarunum SFK Riga.
Fyrsta umfar í undankappingini verður avgreidd við hálvfinalum og finalu. Tapandi liðini spæla um triðja plássið í bólkinum.
Vinnarin av bólkinum fer víðari til annað umfar í Champions League.
Dystirnir verða leiktir í høvuðsstaðnum Nicosia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald