2021-11-26 11:02
U21-landsliðsleikarin Børge Petersen hevur verið partur av KÍ-hópinum síðani hann var 16 ára gamal, og nú hevur hann longt við barndómsfelagið.
Hann var við fra byrjan á fyrsta liðnum á fyrsta sinni í september 2018. Síðan tá hevur Børge Petersen sambært Comet-skipanini hjá FSF verið 62 ferðir á dómaraseðlanum hjá KÍ í bestu mansdeildini. Fyrsta málið fekk hann í 24.umfari í Fløtugerði í ár, skrivar KÍ á heimasíðuni.
KÍ roknar Børge Petersen fyri at vera ein av framtíðarleikarunum og hava partarnir tí í fyrstu syftu longt samstarvið fram til og við 2023, siga Føroyameistarararnir á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald