Fótbóltur

KÍ má skapa eitt gott byrjanarstøði

KÍ má spenna álopsbogan, skulu teir betra um møguleikan í Helsinki um eina viku.

Liðskiparin til dystin í kvøld, Páll A. Klettskarð, er svangur eftir at skora mál. (Mynd: Sverri Egholm)

Liðskiparin til dystin í kvøld, Páll A. Klettskarð, er svangur eftir at skora mál. (Mynd: Sverri Egholm)

2024-08-22 16:58 Author image
Áron Vest
placeholder

Nú nærkast til síðsta skotið í byrsuni hjá KÍ verður latið av. Fyrri dysturin, í uppgerðini millum KÍ og HJK Helsinki, byrjar á Tórsvølli um góðar tríggjar tímar. 

Í KÍ leguni eru teir bjartskygdir, sum tað eisini skiltist á samrøðunum, ið Portalurin hevði við leikarar og venjara í gjár, tá liðið var á Tórsvølli til MD-1 venjing.

At vinna við fleiri málum
KÍ má út á vøllin og skapa eitt nógv betri byrjanarstøði til returdystin, enn liðið megnaði til fyrra dystin móti Borac Banja Luka. Tað eru allir KÍ leikararnir á einum máli um. Tískil má álopsbogin spennast nakað.

KÍ má gagnnýta einmanseginleikar, umframt samanspældu eginleikarnir. Í samrøðu við Portalin í gjár, segði Espen Haug millum annað soleiðis:
- Talan er um eitt lið (HJK Helsinki, red.) við sera góðum einstaklingum. Hann sigur eisini, at hetta eisini kann vera ein av styrkjunum hjá KÍ, sum hann er klárur um at gagnnýta.

KÍ og heimavøllurin
Tað er sjón fyri søgn, at KÍ vanliga er sterkt á heimavølli. Tó so, so slepst ikki undan at síggja hvør stórur biti, ið HJK Helsinki er. Helst størsta finska felagið og hevur søguliga altíð vunnið á teimum føroysku liðunum, teir hava møtt. 

Ein, sum KÍ hevur duga væl at gagnnýtta í trýstum støðum á heimavølli, er Árni Frederiksberg. Vit tosaðu við framrættaða vongleikaran í gjár, sum hevur stóra virðing fyri HJK Helsinki, men sum eisini trýr uppá, at KÍ hevur tað ið skal til, fyri at gera ein vørr.

- Tað er aldrin nakað vánaligt lið tú møtur, tá tú ert komin so langt, sum vit eru nú, sigur eyðmjúki varaliðskiparin til dystin í kvøld.

Aldrin tapt í Føroyum
Sum vit skrivaðu í síðstu viku, so er talan um eitt lið, sum aldrin hevur tapt í Føroyum. Liðið basti B71 á Svangaskarði fyri 30 árum síðani, í 1994. Seinni hevur liðið vunnið á ávikavist Víkingi og HB.

Besta úrslitið móti HJK Helsinki inntil víðari, eigur HB. Havnarfelagið spældi ein 2-2 javnleik móti finska stórfelagnum í 2019.

Dysturin byrjar klokkan 19:45. Kringvarp Føroya vísur dystin. 

Portalurin er til staðar á Tórsvølli og hevur beinleiðis blogg undir dystinum, umframt ymiskt annað tilfar. Eftir dystin gera vit samrøður og koma tær út seinni. 

Les eisini:
- Myndir: Regnvát fyrireiking á Tórsvølli
- Patrick Da Silva: - Eg havi tað við at skora mál í Evropa

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder