Fótbóltur

Espen Haug: - Vilja gjarna spæla heilt fram til jóla

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Espen Haug, vónar at kappingárið verður so langt sum møguligt. Hann ásannar, at svongdin eftir einum deildarspæli er stór.

Espen Haug heldur eisini, at tað er týdningarmikið at leikararnir vísa eitt kropsmál, sum útstrálar at teir elska at spæla fótbólt. (Mynd: Sverri Egholm)

Espen Haug heldur eisini, at tað er týdningarmikið at leikararnir vísa eitt kropsmál, sum útstrálar at teir elska at spæla fótbólt. (Mynd: Sverri Egholm)

2024-08-21 19:55 Author image
Áron Vest
placeholder

Vit fingu orðið á norska venjaran hjá føroyameistaraliðnum til dagsins MD-1 (t.e. venjingin dagin áðrenn dyst, red.) venjing á Tórsvølli. 

Hýrurin serdeilis góður í hópinum
- Sjálvt um vit eru skuffaðir av úrslitinum móti Borac Banja Luka, so eru vit sera spentir til at fáa enn ein møguleika at náa einum evropeiskum deildarspæli, sigur Espen Haug við Portalin.

Hóvligi venjarin leggur afturat, at hann er ovfarin og takksamur fyri mátan sum spælararnir, hjálparfólk og venjaratoymið hevur saman um KÍ, nú tá tað var um reppið, at KÍ náddi playoff-dysti í Europa League.

Viðvíkjandi støðuni í hópinum, so eru nakrar avbjóðingar við skaða, men ikki soleiðis, at tað nervar høvuðsvenjaran.

- Tað ávirkar sjálvandi nakað, tá leikarar gerast skaddir, men vit síggja ljóst uppá tað og eru klárir til uppgávuna, sigur bjartskygdi noregsmaðurin.

Vil spæla so leingi út á árið sum møguligt
Tað hevur mangan verið kjakast um long kappingarár, um hvør leistur man vera bestur og so framvegis. Í KÍ leguni eru teir tó á einum málum um, at teir ynskja at koma so langt sum yvirhøvur gjørligt, og tí ynskja at langt kappingarár. 

Heldur skemtiliga tekur Espen Haug til, at er tað upp til hann og hópin, so vónar hann at spæla heilt fram til jóla. 

- Nú eru vit komnir fram til ein møguleika afturat, har vit kunnu náa einum deildarspæli. Vit mugu liva upp til okkara besta nú, sigur ein avgjørdur Espen.

Eitt skot eftir í byrsuni
Høvuðsvenjarin hjá KÍ harmast um, at byrjanarstøði og fyritreytirnar ikki gjørdust betri enn tað sama. Serliga um, at playoff dysturin í Europa League fór fyri skeyti. Hann er tó bjartskygdur sum vanligt. 

Um liðið, sum KÍ skal spæla móti á Tórsvølli í annaðkvøld, sigur Espen Haug, at talan er um eitt lið við sera góðum einstaklingum. Hann sigur eisini, at hetta eisini kann vera ein av styrkjunum hjá KÍ, sum hann er klárur um at gagnnýta. 

Tað, sum ger hendan dystin til nakað serligt, er, at hendan uppgerðin yvir tveir dystir er síðsti møguleiki hjá klaksvíksliðnum at sleppa í evropeiskt deildarspæl. 
Tí er ikki ósatt at taka til, at KÍ nú hevur eitt skot eftir í byrsuni.

Portalurin verður á staðnum og hevur ymiskt tilfar á dystardegnum, bæði áðrenn, undir og eftir dystin. Kringvarp Føroya vísur dystin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder