
KÍ punkteraði ikki FM-stríðið í kvøld. Til tað eru alt ov nógvir dystir eftir, og evropeiskir dystir og annað kunnu verða nýggir faktorarar seinni í ár. Men tað er ikki ov nógv at siga, at nógv av luftuni er farin úr tí: KÍ hevurvunnið tvær ferðir á tættasta kappingarneytanum seinastu 22 dagarnar, og sjey stig skilja liðini - liðið hjá Magnus Powell hevur ikki tapt í teimum 12 umførunum higartil.
Heimaliðið vísti kynismu og skoraði eftir sína góðu byrjan: NSÍ fekk ikki ruddað eitt frísparksinnlegg, bólturin stakk til Páll Klettskarð, sum staddur til høgru í brotsteignum fann Patrik Johannesen: Renningin hjá tvøramanninum var perfekt, og hansara flotta kappingarár heldur fram.
NSÍ hevði síðani bóltin væl meira restina av hálvleikinum, men KÍ hevði leingi heilt gott tamarhald á. Fimm minuttir fyri steðgin breyt KÍ ígjøgnum í høgru, Jóannes Kalsø Danielsen legði hart og væl innfyri málið, og har hevði Páll funnið pláss. Málrevurin setti fótin á, og so var 2-0.
Fagnaðurin á heimaáskoðarunum helt tó ikki leingi. NSÍ hevði hótt eitt sindur í løtuni upp til steðgin og áðrenn 2-0 málið. Fyrst var tað Hassou Diaby Ndiaye, sum stútaði, og fimm minuttir seinni smekkaði Jasper van der Heyden til - í tí løtuni vildi NSÍ hava brotspark tvær ferðir, tá Petur Knudsen fór umkoll eftir nærdyst við René Shaki Joensen. Nærum beint eftir málið hjá KÍ bragdaði: Petur Knudsen breyt ígjøgnum í vinstru, KÍ bjargaði á strikuni, men so smekkaði Aron Knudsen bóltin í netið.
Tað var eisini lívligt frá byrjan í 2. hálvleiki. Bæði liðini søktu at, og NSÍ hevði áræði. Tá ein tími var spældur, endaði bólturin hjá Klæminti Olsen í KÍ-brotsteignum, og metmálskjúttin var eirindaleysur.
NSÍ-fagnaður við Djúpumýru (Mynd: Sverri Egholm)
KÍ kundi sum so brúka eitt stig, men heimaliðið vildi hava sigurin og tók eisini yvir. Millum annað Páll Andrasson Klettskarð var nær við - og í 83. minutti bragdaði.
Árni Frederiksberg hevði verið íblandaður í teimum fyrstu málunum hjá KÍ, og tá Dávid Biskopstø Andreasen vann eitt fríspark í "perfaktari Árna-støðu", smekkaði 7'arin inn í høgru. Sum so ofta í NSÍ-tíðini rakti Árni høvdið á Klæminti, sum royndi at rudda men hann fekk ikki stýrt knallharða innlegginum. 3-2 og KÍ helt fast til yvir 100 minuttir vóru farnir.
Árni Frederiksberg gjørdist avgerandi móti sínum barndómsfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)
Stórur fagnaður á KÍ-fjøldini - tað vóru ógvuliga nógv fólk til oddadystin (Myndir: Sverri Egholm)
Betrideildin 12. umfar
Leygardagin 31. mai
KÍ - NSÍ 3-2 (2-1)
8' Patrik Johannesen (Páll Klettskarð) 1-0
41' Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Kalsø Danielsen) 2-0
42' Aron Knudsen 2-1
60' Klæmint Andrasson Olsen 2-2
83' Sjálvmál (Árni Frederiksberg) 3-2
Støðan:
Hinir dystirnir:
FC Suðuroy - B36 2-3 (2-0)
11' Olaf Godtfred 1-0
26' Salmundur Bech 2-0
75' Pætur Petersen 2-1
80' Mattias Weihe Joensen 2-2
90' Marius Kryger Lindh 2-3
EB/Streymur - 07 Vestur 1-0 (0-0)
85' Kristian Svabo Eliasen 1-0
Sí meira um dystin her
B68 - TB 4-1 (1-1)
32' Jóhan Josephsen 1-0
37' Samudeen Musah 1-1
64' Djóni Samuelsen 2-1
70' Martin Klein 3-1
90' Jákup Norðoy Vilhelmsen 4-1
Les eisini: Sama støða í botninum
Hósdagin 29. mai
HB - Víkingur 2-1 (1-0)
44' Jonas Enkerud 1-0
60' Jonas Enkerud 2-0
71' Jákup Johansen 2-1
Sí myndir frá dystinum HER
Sí eisini: HB-tokið koyrir víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald