Fótbóltur

HB-tokið koyrir víðari

Annar sigurin á føroyameistarunum uppá 20 dagar og 10 stig í fýra dystum undir André Olsen. Jonas Enkerud gjørdist stóra hetjan í dag, tá hann skoraði síni fyrstu mál fyri felagið.

Jonas Enkerud var so mikið fegin um sítt fyrsta HB-mál, at hann leyp uppum girðingina - og harvið fekk gult kort. Hann og hinir HB'arnir hava nógv at fegnast um í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)

Jonas Enkerud var so mikið fegin um sítt fyrsta HB-mál, at hann leyp uppum girðingina - og harvið fekk gult kort. Hann og hinir HB'arnir hava nógv at fegnast um í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-29 17:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

André Olsen og restin av venjaratoyminum, sum tók við eftir Adolfo Sormani og hinar, byrjaðu við 1-0 sigri í Sarpugerði 9. mai.

Í dag gjørdist aftur talan um tepran sigur á Víkingi, og nú er HB brádliga bert tvey stig frá 2. plássinum í Betrideildini.

Sí stigatalvu her

[object Object]
André Olsen hevði aftur nógv at smílast um í dag, hóast Víkingur gav HB ein samanlagt tættari dyst enn við Løkin sunnudagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað vóru ikki nógvir málmøguleikar í 1. hálvleiki í Gundadali, men beint fyri steðgin fann annar norski HB-áleyparin hin. Hvørki Emil Grønn Petersen ella Jonas Enkerud hava av álvara sligið til, síðani teir komu til mest vinnandi føroyska felagið í vetur, men nú var síðstnevndi á blettinum. Við hegnisligum lobbi skoraði hann sítt fyrsta mál í reyðum og svørtum.

[object Object]
Jonas Enkerud spældur fríur - í øllum førum á markinum til rangstøðu. Síðani var nummar 28 kaldur (Mynd: Sverri Egholm)

Málið luktaði eitt sindur av rangstøðu, men á endurtøkunum sær tað út til, at í øllum førum annar av Víkinga-bakkunum hongur nakað. Vinkulin er tó nakað frá sjálvari linjuni, so tað er ilt at siga nakað endaligt - hjálpardómarin undir HB-húsinum helt í øllum førum flaggi sínum niðri.

HB legði betri fyri eftir steðgin og sat veruliga á dystinum eina løtu. Sammy Skytte rakti tvørtræðið - tá heimaliðið økti, var tað aftur Enkerud, sum var á blettinum. Aron Jarnskor Ellingsgaard rakti bóltin heilt skeivt, tá hann skuldi rudda innlegg frá Lassana Faye burtur, og so endaði bólturin heldur tilvildarliga hjá 35-ára gamla áleyparanum. Jonas Enkerud takkaði fyri, og eftir ein tíma sá heilt gott út hjá HB.

Jóhan Petur Poulsen setti síðani Inga Arngrímsson, Árna Nóa Atlason og Jørgen Nielsen á vøllin, og so sá betur út. Sum heild kom meira lív í Víkinga-liðið, sum seinasta hálva tíman javnan søkti at. Í 72. minutti eydnaðist eisini Jákup Johansen at minka um munin, eftir at hann stútaði frálíkt innlegg frá Ragnari Skála í málið.

Heini Fossdalsá Sørensen, ið hevði fleiri góðar atgerðir á HB-miðvøllinum, noyddist eisini út við skaða um hetta mundið.

Jørgen Nielsen lá framvið nakrar ferðir, men HB vardi nóg væl fyri. Tað sæst, at tað hevur verið gott at fingið Viljorm Davidsen aftur, Bartal Wardum spældi aftur í dag, og omanfyrinevndi Faye er komin í gongd á vinstra bakki. HB-liðið tykist væl betri samansett og sameint nú, og hetta hevði aftur trý stig við sær.

[object Object]

Skíggjamynd: portal.fo

Harvið 10 stig í fýra dystum undir André Olsen. Talan hevur verið um tveir dystir móti Víkingi (úti og heima), heima móti KÍ og í Runavík. Flott avrik higartil.

Hjá Víkingi er Arnbjørn Svensson aftur, men hann er ikki heilt í fullum giri, og miðverjin spældi ikki fullan dyst í Gundadali. Føroyameistararnir spæla framvegis við nógvum ungum spælarum og uttan nakrar profilar fra FM-árinum. Í dag kom álopskenda spælið heldur seint í gongd. Víkingur vann á NSÍ í steypakappingini, men í landskappingini hevur eitt sindur vantað fyri at fáa sigrar - og stig yvirhøvur - í innanhýsis oddadystum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder