
Tað er ein spennandi dagur fyri Víking og KÍ, nú tey skulu fáa at vita, hvørji mótstøðulið tey fáa í 1. umfari í ávikavist Champions League og Conference League í juni.
Lutakastið hjá Víkingi verður nú klokkan 13, meðan tað hjá KÍ - og NSÍ - verður klokkan 15.
Les meira:
Víkingur kann raka heilt væl - ella fáa marruna úr Rumenia
NSÍ og KÍ kenna nú sínar møguleikar
Føroyameistararnir seinastu árini hava tó eisini hálvinalur at hugsa um í kvøld. Tey vunnu sær góðan fyrimun í fyrru hálvfinalunum - hjá KÍ ger fýra-máls sigurin á AB, at tað ikki kann gerast spenanndi samanlagt á Argjum í kvøld.
Tað skal í øllum førum tað størsta undrið í føroyskum fótbólti í nýggjaru tíð til, um nummar 3 í 1. deild skal suverena oddaliðnum í Betrideildini.
Í Sarpugerði skal ikki eins nógv til, og styrkismunurin á B68 og Víkingi er eisini væl minni, enn hann er millum KÍ og AB. Víkingur vann 2-0 á Svangaskarði í fyrru hálvfinaluni, og harvið snýr tað seg serliga um hjá B68 at skora fyrsta málið í Sarpugerði. So kann helst veruligur spenningur koma í.
KÍ og Víkingur spældu steypafinalu í 2022, sum liðið úr Eysturkommunu vann. Nógv bendir á, at feløgini úr norðurøkinum hittast aftur á Tórsvølli 31. oktober.
Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Týsdagin 17. juni
Kl.18.30:
AB - KÍ (0-4)
Víkingur - B68 (2-0)
Til ber at síggja hálvfinalurnar í Televarpinum og fylgja við ovast á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald