Fótbóltur

Víkingur kann raka heilt væl - ella fáa marruna úr Rumenia

Nú kenna føroyameistararnir sínar møguleikar í Champions League-lutakastinum, sum verður klokkan 13. Talan er um fimm ymisk feløg - frá Rumenia til Gibraltar.

Víkingur kann millum annað endað í Norðurírlandi ella í Íslandi (Mynd: Jens Kr. Vang)

Víkingur kann millum annað endað í Norðurírlandi ella í Íslandi (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-06-17 09:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðiliga seinnapartin verður greitt, hvørjum Víkingur skal spæla ímóti í 1. umfari í Champions League.

Talan er um eitt ógvuliga týðandi lutakasti, tí kemur eitt lið framvið hesum umfarinum, so er man tryggjaður minst átta evropeiskar dystir: Og harvið tríggjar royndir at røkka einum deildarspæli.

Víkingur er ikki styrkismett, men er kortini endað við rímiliga spennandi møguleikum. Í morgin eru møguleikarnir kvinkaðir niður í fimm frá teimum 14, sum upprunaliga vóru

Víkingur kann í dag trekkja eitt av hesum í Champions League: 
Fotbal Club FCSB (ROU)
Lincoln Red Imps FC (GIB)
FC Drita (KOS)
Breidablik (ISL)
Linfield FC (NIR)

Her er stórur munur, hvat er best, og hvat er tyngst. Føroyamestararnir skulu sleppa undan FCSB - Steaua Bukareres. Rumensku meistararnir eru styrkismettir næsthægst av øllum teimum 28 liðunum í umfarinum og vera ein stórur biti fyri tað ikki-styrkismetta liðið, sum fær tað.

Tá vildi Lincoln Red Imps (Gibraltar) og serliga eisini Linfield verið nakað annað at fingið hjá Víkingi. Norðurírsku meistararnir hava gamaní altíð megnað at spælt seg víðari móti føroyskum liðum, men tað eigur at vera tætt. 

Meistararnir úr Gibraltar mugu vera ynskimótsstøðan. Íslendsku meistararnir úr Breiðablik høvdu eisini verið spennandi mótsstøðulið - teir og Drita (meistaraliðið í Kososvo) munnu metast at vera sterkari enn Víkingur, men ikki so sterkir at tað ikki kann verða ein spennandi uppgerð.

[object Object]
Eitt lið til vinstru móti einum liði til høgru - soleiðis koyrir tað (Skíggjamynd: Wikipedia)

[object Object]
Í fjør kom Víkingur víðari móti FK Liepaja úr Lettlandi í 1. umfari í Conference League (Mynd: Sverri Egholm)

Lutakastið til 1. umfar í Champions League byrjar klokkan 13 føroyska tíð. Til ber at lesa meira og at fylgja við á uefa.com

Vit hava eisini meira um hetta, umframt lutakastið hjá KÍ og NSÍ klokkan 15, seinni.

Sí eisini: Víkingur, NSÍ og KÍ eru í pottinum í morgin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder