placeholder
Fótbóltur

KÍ økt um munin í oddinum

Víkingur vann lykladyst á Skála og er saman við NSÍ fýra stig aftanfyri oddaliðið. HB og B36 komu aftur á sigurskós.

Víkingarnir komu framum Skála við 3-2 sigri í dag, og harvið hevur KÍ fýra stig niður til júst Vìking og NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingarnir komu framum Skála við 3-2 sigri í dag, og harvið hevur KÍ fýra stig niður til júst Vìking og NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-05 17:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

18 mál komu í teimum fimm dystunum í 8. umfari, har favorittarnir vunnu tryggar sigrar, og har tað eydnaðist hjá Vìkingi at koppa Skála, ið lá á 2. plássi undan dystinum.

Topp-fimm liðini seinastu fýra árini vunnu í dag, og harvið er kappingin av álvara farin í tvey. Fýra stig eru ímillum HB á 6. plássi og NSÍ og Víking á ávíkavist 2. og 3. plássi, og harvið er kappingin hørð í oddinum. KÍ er tó stungið nakað avstað og vann í dag sannførandi móti skerda botnliðnum á Argjum.

B36 og HB gjørdu sítt og vunnu, eins og NSÍ, 3-0. HB avgjørdi alt í 2. hálvleiki á Eiði, eftir at EB/Streymur hevði hildið væl fast fyrsta tíman, og B36 vann fekk trý stig eftir tríggjar ósigrar á rað. 

EB/Streymur – HB 0-3 (0-0)
62' Adrian Rúnasson Justinussen 0-1
68' Sjálvmál 0-2
83' Símun Samuelsen 0-3

Skála – Víkingur 2-3 (0-1)
43' Heðin Hansen 0-1
52' Teitur Reinert Joensen 1-1
60' Heðin Hansen 1-2
63' Dion Splidt 1-3
90' Ronni Møller-Iversen 2-3

Myndir frá dystinum

B36 – ÍF 3-0 (1-0)
25' Lukas Cieslewicz 1-0
59' Lukas Cieslewicz 2-0
90' Michal Przybylski 3-0

AB – KÍ 0-4 (0-1)
34' Boris Dosljak 0-1
47' Patrik Johannesen 0-2
49' Patrik Johannesen 0-3
90' Steinbjørn Olsen 0-4

TB – NSÍ 0-3 (0-2)
27' Petur Knudsen (br) 0-1
35' Klæmint Andrasson Olsen 0-2
56' Klæmint Andrasson Olsen 0-3

Støðan eftir 8. umfar: 
1. KÍ (20 stig) 
2. NSÍ (16 stig)
3. Víkingur (16 stig)
4. Skála (15 stig) 
5. B36 (15 stig) 
6. HB (12 stig) 
7. TB (8 stig) 
8. EB/Streymur (6 stig)
9. ÍF (4 stig)
10. AB (3 stig) 

Komandi umfar, 9. umfar, verður leikt næsta sunnudag og mánadag:

9 12.05.19   ÍF HB -
9 12.05.19   NSÍ AB -
9 12.05.19   B36 TB -
9 13.05.19   SKÁLA -
9 13.05.19   Víkingur EB/Streymur -

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder