Frá 2000 til 2016 vann KÍ fremstu kvinnudeildina á hvørjum ári. Seinastu árini hevur EBS/Skála vunnið FM, og í gjárkvøldið hjálpti EBS/Skála Kí eitt fet nærri málinum at fáa steypið aftur til Klaksvíkar.
(EBS/Skála tók FM frá KÍ á seinasta leikdegi í 2017 á Eiði - í gjár var EBS/Skála við til at skumpa KÍ tættari FM-heitinum við 1-1 javnleikinum ímóti ÍF/VÍK/B68 í Hólmanum - Mynd: Sverri Egholm)
KÍ hevur sett seg í sera góðu støðu í 2. hálvu við at vinna á HB og ÍF/VÍK/B68 í oddadystunum. Í gjár vann KÍ eisini 6-1 á Tórsvølli. Talan var um eina lumpisliga uppgávu, tí B36 vann á HB í undanfarna umfari. KÍ lat tó ongan iva verða um útfallið við trimum málum í hvørjum hálvleiki. Evy á Lakjuni gjørdist stóri spælarin við einum hattriki.
EBS/Skála hevur havt gott tak á nýggjara felagsliðnum seinastu innahýsis dystirnar, og gjørdi bart við at sláa táverandi oddaliðið út úr steypakappingini í juni. ÍF/VÍK/B68 er, í mun til hini liðini í deildini; m.a EBS/Skála ið hevur verið til Champions League og spælt tvær hálvfinalur í steypakappingini, ikki í dystarvenjing. Innafyri júst tveir mánaðir hevur liðið bert spælt tveir dystir, og fekk akkurat bjargað einum stigi heim ímóti EBS/Skála, ið hevur ment seg ígjønum árið.
Úrslitini hava við sær, at munurin er seks stig, nú liðini í oddinum hava tríggar dystir eftir at leika.
B36 - KÍ 1-6 (1-3)
16'
|
0-1
|
|
Evy á Lakjuni
|
|
21'
|
0-2
|
|
Victoria á Lakjuni
|
|
|
||||
32'
|
0-3
|
|
Sigrid Jacobsen
|
|
59'
|
1-3
|
Olga Kristina Hansen
|
|
|
72'
|
1-4
|
|
Evy á Lakjuni
|
|
75'
|
1-5
|
|
Sigrun Sirdal
|
|
78'
|
1-6
|
|
Evy á Lakjuni
|
EBS/Skála - ÍF/VÍK/B68 1-1 (1-0)
45'
|
1-0
|
Sunnvá Johansen
|
|
|
85'
|
1-1
|
|
Jacoba Langgaard
|
1. KÍ (31 stig) - 13 dystir
2. ÍF/Víkingur/B68 (25 stig) - 13 dystir
3. HB (19 stig) - 12 dystir
4. B36 (9 stig) - 13 dystir
5. EBS/Skála (8 stig) - 12 dystir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald