Fótbóltur

KÍ sett málmansvenjara og 1. deildarvenjara

Asbjørn Tungá heldur fram sum høvuðsvenjari hjá næstbesta liðnum. Geza Turi verður málmansvenjari hjá besta liðnum í Klaksvík.

Asbjørn Tungá hevur longt sáttmálan við KÍ
(Mynd: ki.fo)

Asbjørn Tungá hevur longt sáttmálan við KÍ (Mynd: ki.fo)

2018-11-13 08:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ kunngjørdi í gjárkvøldið, at felagið hevur longt við venjaran hjá 1. deild, og at nýggjur málmansvenjari er komin til út Norðagøtu.

Asbjørn Tungá var hjálparvenjari hjá næstbesta liðnum í 2017, og í fjør stóð hann á odda fyri liðnum. Bæði árini hevur Kí fingið bronsu í 1. deild. Tað er nú greitt, at 35-ára gamli venjarin, ið sjávlur hevur spælt 101 dystir í 1. deild, tekur eitt ár afturat við róðrið.

Í nógv ár vardi Geza Turi málið hjá besta liðnum hjá Víkingi. 44-ára gamli ungarin hevur búð í Gøtu seinastu 12 árini. Hann vann fimm steypakappingar og tvey FM sum aftasti skansi hjá Víkingi. Geza gavst í 2016, men hevur spælt dystir við 2.deild og 1.deild hjá Víkingi í ár umframt ein einstakan á besta liðnum og ein fyri AB, ið brádliga hevði tørv á einum málverja til seinni hálvfinaluna í steypakappingini.

Nú fer Geza Turi á fyrsta sinni at umboða eitt annað felag í Føroyum. Hann skal vera málmansvenjari hjá besta liðnum hja KÍ í 2019. Hendan leiklutin hevði hann hjá Víkingi farna kappingarár.

Keldur: ki.fo og faroesoccer.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder