Fótbóltur

KÍ skal gera tað aftur

Í fjør varð eitt bólkaspælspláss tryggjað tíðliga. Nú snýr alt seg um ein avgerandi dyst, sum verður í Helsinki klokkan 17 í kvøld. Bert Víkingur hevur sligið mótsstøðu úr Finnlandi út áður.

Árni Frederiksberg skein í kvøldarsólini í Svøríki 2. august Í fjør, tá KÍ skrivaði føroyska fótbóltssøga. 3. umfar í Champions League og pláss í einum bólkaspæli var komið í hús (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg skein í kvøldarsólini í Svøríki 2. august Í fjør, tá KÍ skrivaði føroyska fótbóltssøga. 3. umfar í Champions League og pláss í einum bólkaspæli var komið í hús (Mynd: Sverri Egholm)

2024-08-29 12:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2013 spældu Víkingur og Inter Turku 1-1 javnleik í fyrra dystinum í 1. umfari í Europa League. Hetta var á Svangaskarði, har Finnur Justinussen skoraði útjavnandi málið eftir innlegg frá Bárðuri Jógvansson Hansen: Eitt rímiliga eyðkent mál fyri teir báðar.

Finska liðið stóð harvið sum ein favorittur undan seinna dystinum - tá taldu útivallarmál eisini. Víkingur hevði ikki nakað gott ár í landskappingini, men á hesum degnum í Turku vunnu teir úe Eysturkommunu søguligan 1-0 sigur við tryggum brotssparks máli frá Hanusi Jacobsen: Fyrstu ferð at Víkingur kom víðari i Evropa, og fyrstu ferð at eitt føroyskt lið sendi eitt finskt felag út.


Skjótt varð varnast, at dómarin var íblandaður í "match-fixing": At bæði liðini skuldu fáa brotsspark. Liðini vóru tó á ongan hátt íblandaði. Víkingur, sum var vandamiklari á degnum, skoraði uppá sítt brotsspark, meðan heimaliðið brendi sítt.

Í 1998 var nær við hjá HB eftir 2-0 sigur í fyrra dystinum í UEFA Cup móti VPS Vaasa. Súni Fríði Johannesen skoraði bæði málini á Svangaskarði. Tað endaði tó 4-0 í seinna dystinum í Finnlandi ólavsøkudag.

Í 2021 fekk NSÍ málleysan javnleik í Helsinki móti Honka Espoo men tapti síðani á Svangaskarði í seinna Conference League-dystinum. Skála, sum var í Evropa tvær ferðir, tapti móti Tampere í 2005.

HJK Helsinki var í síðstu viku í Føroyum fyri fjórðu ferð. Móti B71 (1995), Víkingi (2018) og HB (2019) var HJK rímiliga greitt omaná samanlagt - HB bjóðaði tó eina løtu av um víðari luttøku á heimavølli fyri fimm árum síðani. 

Eingin eykamøguleiki

HJK sær ikki út til at hava heilt somu styrki í ár, sum liðið hevur havt seinastu árini. KÍ vísti eisini dygdir og sterkan vilja síðsta hósdag. Liðið hjá Espen Haug burdi eftir spælinum vunnið - við tíggju monnum - á Tórsvølli.

Gamaní er HJK sterkari á heimavølli, sum flest øll onnur lið. Fyri KÍ fer tað tó at koma væl við at spæla á graslíkinum á Bolt Arena í kvøld.

Í 2023 spældi KÍ seg tvær ferðir víðari í Evropa eftir javnleik á heimavølli í fyrra dystinum - tað skulu føroyameistararnir gera aftur hesaferð. 

[object Object]
Deni Pavlovic og Claes Kronberg eru við í Finnlandi, men eru teir ivasamir til avgerandi dystin í kvøld. Her í málleysa javnleikinum móti Ferencvárosi í Champions League í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]KÍ var omaná í fyrru uppgerðini og vendi 0-1 til 1-2 í undirtali. So er spurningurin, hvussu verður í Finnlandi í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ stóð seg so væl móti Ferencvárosi og Hacken í fyrstu umførunum í Champions League í fjør, at liðið tryggjaði sær í minsta lagi pláss í Conference League longu fyrst í august. Síðani vóru "bonusdystir" móti Molde og Sheriff Tiraspol, sum endaðu við teprum tapum.

Nú er tað ein dystur - eitt kvøld - sum verður avgerandi fyri at náa nýggjum deildarspælinum í Conference League. Eftir 2-2 í fyrra dystinum er tað púra opið í Finnlandi í kvøld, har ítróttarligur stoltleiki, spennandi avbjóðingar og fíggjarligur vinningur á góðar 30 milliónir er uppá spæl. 

Útivallarmál telja ikki longur. Stendur aftur á jøvnum eftir 90 minuttir í kvøld verður neyðugt við longdari leiktíð og møguligari brotsparkskapping. Fleiri verjukendir spælarar hjá KÍ - so sum Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Deni Pavlovic eru ivasamir. René Shaki Joensen hevur leikbann eftir reyða kortið í fyrra dystinum.

UEFA Confernce League play-off umfar, seinni dysturin
Bolt Arena, Helsinki - hósdagin 29.08
17.00: HJK Helsinki (2) - KÍ (2)

Dysturin kann síggjast fyri eitt gjald Í KÍ-varpinum

Sí eisini: KÍ-hópurin fyrireikar seg nú í Finnlandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder