Fótbóltur

KÍ skal royna at halda góðu gongdini á Norðoyastevnuni og móti NSÍ

NSÍ hevur ikki vunnið í Klaksvík í yvir fýra ár (í seinastu átta royndunum) - bæði liðini hava 12 stig undan dagsins dysti.

Í dag skulu Petur Knudsen og NSÍ royna at vera omaná í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

Í dag skulu Petur Knudsen og NSÍ royna at vera omaná í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-07 10:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

5. juni 2016 vitjaði NSÍ KÍ á Noroyðastevnu. Tá vóru 14 ár síðani, KÍ seinast hevði vunnið á Noroyðastevnu. Tað varð í nógv ár sligið fast, at KÍ ikki kláraði at vinna, tá stevna var í býnum, og heldur ikki tá Summar Festivalur var. Tað seinna varð broytt við 2-0 sigrinum á HB í 2015, og árið eftir tapti NSÍ stórt á Noroyastevnu. Síðani hevur KÍ vunnið hvørja ferð 

KÍ á Norðoyastevnu seinastu fimm árini:
2015: KÍ - ÍF 0-0
2016: KÍ - NSÍ 4-0
2017: KÍ - 07 Vestur 1-0
2018: KÍ - B36 3-1
2019: KÍ - AB 2-1

KÍ hevur eisini havt sera gott tak á NSÍ í Klaksvík seinastu árini, og í fjør vunnu teir í bláum og hvítum allar innanhýsis dystirnar. 

[object Object]
Seinast NSÍ var í Klaksvík vann KÍ 3-2. Páll Klettskarð skoraði tvey mál. Jóanens Bjartalíð hevur seinastu árini skora nógv mál móti NSÍ við Djúpumýru (Mynd: Sverri Egholm)

Tíðliga í 2011 vann NSÍ 2-1 móti táverandi uppflytarunum í Klaksvík. Síðani vann KÍ fýra dystir á rað móti NSÍ í Klaksvík, áðrenn liðini spældu tríggjar javnleikir á rað við Djúpumýrar (ein í 2013, ein í 2014 og ein í 2015) Síðani tryggja sigurin hjá NSÍ tíðliga í 2016 hava teir í gulum og svørtum ikki vunnið í Klaksvík - tó at 2-2 javnleikirnir í 2017, serliga tann í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini, kendist næstan sum sigrar hjá NSÍ, tí liðið skoraði so útjavnandi málið so seint í dystinum


2015: KÍ - NSÍ 3-3

2016: KÍ - NSÍ 1-3
           KÍ - NSÍ 4-1 (steyp - fyrra hálvfinalan)
           KÍ - NSÍ 4-0 

2017:  
KÍ - NSÍ 2-2
           KÍ - NSÍ 2-2 (steyp - fyrra hálvleik)
           KÍ - NSÍ 3-1

2018:
KÍ - NSÍ 1-1

2019:
KÍ - NSÍ 2-0
          KÍ - NSÍ 3-2

Kelda: FaroeSoccer
           
Spurningurin er, um NSÍ fær vent gongdini í Klaksvík og fær tikið týdningarmikil stig við sær aftur ígjøgnum Norðoyatunnilin. Higartil hevur NSÍ ikki havt nakrar trupulleikar við botn-fimm liðunum men tapti í higartil einastu royndini móti liði, sum vanliga endar í ovaru hálvu (á útivølli móti Víkingi í 3. umfari - 1-0) Eftir 1. deildardystin hjá NSÍ í gjár móti B36 er greitt, at Aron Knudsen ikki byrjar inni, eins og hann hevur gjørt í øllum dystunum í ár, tá hann hevur tøkur. Aron byrjaði inni, og hann Salmundur Bech spældu hvør sín hálvleik í 3-0 sigrinum hjá teimum næstbestu við Løkin. Harvið blandar Glenn Ståhl kortini øðrvísi í dag. Stinni miðverjin Jóhan Troest Davidsen er framvegis skaddur.

[object Object]
NSÍ megnaði ikki at fáa stig í Sarpugerði í 3. umfari - spurningurin er, um nakað kemur burturúr móti KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Nú Norðoyastevnan so at siga bert hevur veirð á alnótini í ár, er hetta avgjørt hæddarpunktið hjá noroyðingum hetta vikuskifti, hóast kappróðurin verður samstundis. Stóri spurningurin hjá KÍ er, um Jákup Biskopstø Andreasen verður tøkur. Liðformaðurin og spælskiparin á sentrala miðvøllinum sat á bonkinum allar 90 minuttirnar á Argjum. Hann er plágaður av lærkrikanum.

Les eisini: Nógv upp á spæl hjá topp-fimm liðunum sunnudagin

Vit dagføra frá dystinum við Djúpumýrar, eins og vit gera frá hinum dystunum í dag. Vit hava eisini myndir, viðmerkingar og samandrátt frá KÍ - NSÍ

Betrideildin 6. umfar

Sunnudagin 7/6: 
15.00: ÍF - AB
           EB/Streymur - Skála
           KÍ - NSÍ

17.00: Víkingur - B36

Í gjár - leygardagin 6/6:
TB - HB 0-1 (0-1)
12' Dan í Soylu (Øssur Dalbúð)
Reytt kort: Jens Erik Bruhn (66' - seinna gula)



Støðan: 
1. HB (18 stig) *
2. NSÍ (12 stig) 
3. KÍ (12 stig)
4. B36 (12 stig) 
5. Víkingur (8 stig) 
6. ÍF (6 stig) 
7. EB/Streymur (3 stig) 
8. AB (2 stig)
9. TB (1 stig) *
10. Skála (1 stig) 

* Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder