Fótbóltur

Nógv upp á spæl hjá topp-fimm liðunum sunnudagin

KÍ og NSÍ hava tapt ímóti ávíkavist B36 og Víkingi í ár og hava tørv á stigum í jagstranini eftir HB. B36 og Víkingur skulu reisa seg eftir keðilig úrslit.

B36 og KÍ hava helst favorittleiklutin í dystunum sunnudagin, men lagt er upp til sera spennandi og týðandi uppgerðir (Mynd: Sverri Egholm)

B36 og KÍ hava helst favorittleiklutin í dystunum sunnudagin, men lagt er upp til sera spennandi og týðandi uppgerðir (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-05 15:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin seta HB og TB hol á 6. umfar. Tað er toppur móti botni í Troingisvági - HB hevur fult stigatal (15 stig), og tvøramenn hava eitt stig. Tað kom til høldar eftir málleysan javnleik í Sarpugerði mánadagin. Nú bíðar ein stór avbjóðing afturat; HB er sterkari enn Víkingur, í løtuni íhvussu er, men nú hevur TB heimavøll og fer at royna at gera tað trupult fyri oddaliðið.

[object Object]
TB fekk heldur óvæntað stig í Sarpugerði í 5. umfari (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað eru trý lið, ið hava trý stig færri enn HB. KÍ, NSÍ og B36 hava øll tapt ein dyst, og tað hevur verið í topp-fimm dysti: KÍ í 1. umfari móti B36, NSÍ í Sarpugerði í 3. umfari og B36 í grannauppgerðini og oddadystinum mánadagin. Hjá hesum liðunum hevur tað nógv at siga, at HB ikki sleppur avstað, og HB hevur nú tveir dystir har liðið er stórfavorittur (Skála á heimavølli næsta leygardag)

[object Object]
HB var omaná í grannauppgerðini fyrr í vikuni (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ og NSÍ bresta saman við Djúpumýrarar sunnudagin til Noroyðastevnudyst. Bæði liðini hava skorað 15 mál og hava 12 stig. Hjá báðum liðunum er talan um næstu innanhýsis topp-fimm uppgerðina í røðini, tey taptu bæði sín fyrsta, og tað er umráðandi at glíða afturum hini. KÍ hevur vunnið fýra dystir á rað og er ein lítil favorittur.

[object Object]
NSÍ tapti 1-0 í Sarpugerði í undirhaldandi dysti í 3.umfari (Mynd: Sverri Egholm)

Hjá Vìkingi snýr teg seg um at halda sær í lívi í oddastríðnum. 3-0 tapið fyri HB fyri átta døgum síðani var ein smeitur, og tað var málleysi javnleikur móti TB í seinasta umfari eisini. Um Víkingur tapir fyri B36, og HB vinnur í Trongisvági, so hevur liðið í Eysturkommunu longu tíggju stig upp til fyrsta plássið og trý lið ímillum, sum øll eisini eru væl frammanfyri. Nú tá bert tey ovastu trý liðini sleppa í Evropa, er tað av alstórum týdningini hjá Víkingi, at tað ikki verður ov stórur sjógvur ímmillum seg og liðini omanfyri.

Les eisini: 
ÍF hevur vunnið innanhýsis dystirnar

B36 var aftanfyri á allarflestu økjum móti HB 2. Hvítusunnudag. Nú snýr tað seg um at koma á kósina aftur. Liðið hevur skorað eins nógv mál sum HB, men hevur latið sjey mál inn í mun til trý hjá HB - NSÍ hevur bert latið tvey mál inn, og tað lægsta talið í deildini. B36 má metast sum lítil favorittur í Norðragøtu sunnudagin, men liðið skal vísa nakað annað enn móti HB. 



Betrideildin 6. umfar

Leygardagin 6/6
15.00: TB - HB


Sunnudagin 7/6: 
15.00: KÍ - NSÍ
           ÍF - AB
           EB/Streymur - Skála

17.00: Víkingur - B36

Støðan: 
1. HB (15 stig) 
2. NSÍ (12 stig) 
3. KÍ (12 stig)
4. B36 (12 stig) 
5. Víkingur (8 stig) 
6. ÍF (6 stig) 
7. EB/Streymur (3 stig) 
8. AB (2 stig)
9. TB (1 stig) 
10. Skála (1 stig) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder