Fótbóltur

KÍ skal skjótt spæla í Europa League

Føroyameistararnir taka á Tórsvølli næsta hósdag móti taparunum av uppgerðini millum Borac Banja Luka og PAOK, sum spæla seinni dystin í kvøld.

Teir í kongabláum hava nú takkað fyri seg í Champions League 2024/2025 og skulu

Teir í kongabláum hava nú takkað fyri seg í Champions League 2024/2025 og skulu "eina kapping niður". Eisini var dysturin móti Malmö í gjár tann seinasti evropeiski dysturin við Djúpumýru í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2024-07-31 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ sigraði í gjár á svensku meistarunum - og tó. Tað var eitt gott kvøld fyri KÍ og áskoðararar sínar í dýrdarveðrinum við Djúpumýru, men Malmö FF vann fyrra dystin 4-1, og tískil var ov langur vegur hjá teimum í kongabláum. Samanlagt gjørdi man ov nógv mistøk fyri at koma víðari móti so mikið góðari mótsstøðu sum Malmö FF.

Champions League 2. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, týsdagin 30.07
KÍ - Malmö FF 3-2 (1-1) - 4-6 samanlagt
2' Alexander Berntsson (Árni Frederiksberg) 1-0
13' Hugo Bolin (Sergio Pena) 1-1
59' Anders Christiansen (br.) 1-2
65' Árni Frederiksberg 2-2
90+5' Árni Frederiksberg 3-2

Sí eisini: 
Samanumtøka: Árni og KÍ vunnu - Malmö fer víðari
Beinleiðis bloggurin úr Klaksvík

Av tí at KÍ kom víðari úr 1. umfari í Champions League, er liðið tryggjað eyka møguleikar í Evropa. 

Eftir tapið fer KÍ niður í Europa League, sum er næsthægsta kappingin. Har skal KÍ spæla móti taparunum av Borac Banja Luka og PAOK. Meistararnir úr Bosnia & Hersegovina og meistararnir úr Grikkalandi spæla seinna dystin sínámillum í kvøld. PAOK er á odda 3-2 eftir dystin í Grikkalandi.

Conference League er á skránni, um KÍ fer úr 3. umfari í Europa League. Tað vil siga, at hóast enn eitt samlað tap, so hevur liðið hjá Espen Haug ein møguleika eftir at koma í eitt bólkaspæl. Um tað eydnast at vinna á Banja Luka/ PAOK, so er KÍ aftur í ár tryggjað eitt bólkaspæl.

[object Object]Vegurin til bólkaspæl 

KÍ stendur til at hava heimavøll fyrst, hósdagin 8. august. Hetta verður á Tórsvølli, sum er einasti góðkendi leikvøllur í Føroyum til 3. umfar og frameftir.

Samrøður frá í gjár:
Árni Frederiksberg: - Champions League við Djúpumýru er nakað heilt serligt
Hallur Hansson: - Veit at eg skyldi KÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder