Nógv fólk vóru komin til avgerandi Europa League dystin millum KÍ og FK Riterai í góðveðrinum á Svangaskarði í kvøld. Hjá KÍ var málleysur javnleikur nóg mikið eftir 1-1 javnleik í Litava í fyrra dystinum.
Fyrstu løtuna hevði útiliðið bóltin nógv. Riterai kom eisini í góða skotstøðu næstan beinanvegin, men Kristian Joensen helt bóltinum væl. KÍ -liðið var eins og í Litava sera væl skipað, og lukkaði restina av hálvleikinum fullkomiliga av fyri møguleikum.
KÍ var als ikki rárir gestir á seinasta triðinginum hjá Riterai. Bæði í umstillingum og eftir skipað uppspæl hóttu klaksvíkingar, og kundi væl verið á odda í steðginum. Nøkur nøsk innlegg vóru lagd inn í litaviska brotsteigin, har tað bert manglaði eitt høvd ella bein á. Størsta møguleikan fekk Patrik Johannesenm, tá hann vaðr sendur avstað, rann frá verjuni, slapp framvið málverjanum, men tað gjørdist ov spískur vinkul. Heimaliðið og áskoðarar teirra vildu hava brotsspark í tveimum førum. Serliga í seinna førrinum tyktust teir at hava eina sak. Samanumtikið ein javnur fyrri hálvleikir, har Riterai hevði bóltin meira, men har KÍ kom í fleiri vandamiklar støður.
(Mynd: Sverri Egholm)
Klaksvíkingar vóru omaná frá byrjan av í 2. hálvleiki, og tingini koppaði til KÍ, tí liðið hekk sera væl saman, leikararnir stríddust ógvuliga hart og væl, og heimaliðið gav lítið og einki burtur. Hinvegin kom KÍ í nakað færri støður, og tað snúði seg um at lukka av og trekkja ferðina úr dystinum í summum førum. Liðið hjá Mikkjal Thomassen sást tó í fleiri førum trýsta Riterai høgt, og litaviska liðið manglaði týðiliga loysnir.
Ímóti endanum komu nakrar spentar støður, tá Riterai blakaði alt fram í royndini at skora. KÍ helt tó høvdið kalt og er víðari orsakað av útivallarmálinum í Litava. Talan var um uppibornan sigur til KÍ, ið framdi tvey framúr góð avrik. Hetta er fyrstu ferð í søgu felagsins, at liðið kemur til 2. umfar, og fystu ferð nakrantíð at eitt føroysk lið kemur víðari ímóti litaviskum liðið. Næsta uppgávan hjá KÍ er Luzern úr Sveis.
Europa League 1. umfar, seinni dysturin
16.07, kl. 18.00 á Svangaskarði
KÍ - FK Riterai 0-0 * KÍ víðari uppá regluna um útivallarmál)
(4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen - Jóannes Bjartalíð (82' Jonn Johannessen), Semir Hadzibulic, Jákup Biskopstø Andreasen, Boris Dosljak - Simen Sandmæl (90' Torbjørn Grytten), Patrik Johannesen (90 Páll Klettskarð)
Gul kort: Boris Dosljak, Ísak Simonsen, Simen Sandmæl, Patrik Johannesen
Áskoðaratal: 980
Fótbóltur
KÍ spældi seg víðari
KÍ skrivaði søgu eftir frálíkt avrik á Svangaskarði í kvøld.
Mynd: Sverri Egholm
2019-07-16 19:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald