Í morgin, mikukvøldið 15. juli, spælir KÍ seinna dystin í 1. umfari í Champions League. Hann verður í Luksemborg býi, sum er høvuðsstaðurin í Luksemborg.
Myndir: KÍ'arnir eru komnir væl uppá pláss í Luksemborg
Føroyameistararnir hava eina smala leiðslu við til Luksemborg (2-1), har Atert Bissen klokkan 19.15 føroyska tíð tekur ímóti í nógvum hita.
Har skal KÍ, eins og í nøkrum royndum áður, halda ein fyrimun heim í seinna dystinum í einum evropeiskum umfari.
Nú er endaliga greitt, at um tað eydnast, skal KÍ spæla móti litaviska meistaraliðnum í 2. umfari í Champions League.
Kauno Zalgiris var annars aftanfyri 2-1 í Kosovo, og tað var 3-2 til Drita samanlagt eftir 81 minuttir í kvøld.
Men tvey mál, tað seinna í 94. minutti, vendi liðið frá Kaunas tí til 2-3 á kvøldinum og 4-3 til Kauno Zalgiris samanlagt.
Harvið fáa litavisku meistararnir teir frá Luksemborg ella Føroyum í 2. umfari. Seinni dysturin verður í Litava ólavsøkuaftan ella ólavsøkudag. Fyrri dysturin verður spældur 21. ella 22. juli - møguliga í Klaksvík.
![]()
Teir hjá Bissen skulu royna at fáa KÍ aftur - og yvirhála - á grasinum í Luksemborg býi í morgin (Mynd: Sverri Egholm)
Árni Frederiksberg: Ein 2-1 sigur er OK - men ynskiligt var við einum størri sigri
Um KÍ ikki kemur víðari í morgin, skal liðið hjá Magnus Powell ístaðin spæla 2. umfar í Conference League í seinnu hálvu av mánaðinum. Í so fall gongur leiðin til Ungarn, har Györ bíðar.
Ungarsku meistararnir taptu samanlagt 2-3 fyri Víkingi Fotbólti. Gunnar Vatnhamar kundi ikki spæla í dystunum vegna vøddaskaða.
Champions League 1. umfar - seinni dysturin
Mikudagin 15. juli í Luksemborg býi
19.15: FC Atert Bissen - KÍ (1-2)
Til ber at fylgja við ovast á Portalinum - Dysturin sæst her fyri eitt gjald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald