Fótbóltur

KÍ'arnir eru komnir væl uppá pláss í Luksemborg

Ferðast varð umvegis Frankfurt, og liðið vandi í hitanum mánakvøldið. Í morgin, mikudagin skulu føroyameistararnir gera arbeiði liðugt í 1. umfari í Champions League.

Árni Frederiksberg er aftur til reiðar til Champions League-kvøld (Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag/Kronberg Photgraphy)

Árni Frederiksberg er aftur til reiðar til Champions League-kvøld (Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag/Kronberg Photgraphy)

2026-07-14 08:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ-hópurin fór til Keypmannahavnar sunnudagin og víðari móti Luksemborg í gjár, mánadagin.

Ferðast var umvegis Frankfurt í Týsklandi, og í kvøldarsólini mánakvøldið hevði liðið sína fyrstu venjing í Lulsemborg býi.

Sí nakrar myndir hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag (Kronberg Photgraphy) niðanfyri

Føroyameistararnir hava eina 2-1 leiðslu við til Luksemborg eftir fyrra dystin móti Atert Bissen. KÍ var betri, men meistararnir úr Luksemborg komu betri inn í dystin í 2. hálvleiki.

Sí eisini: Taptu samanlagt 1-4 í seinna hálvleiki: - Føroysku liðini eru pøst alt ov nógv

Venjingin var ikki á vanliga leikvøllinum hjá Bissen, og tað verður avgerandi dysturin í morgin heldur ikki: Hann verður á tjóðarleikvøllinum - í rímiliga nógvum hita

Champions League 1. umfar - seinni dysturin
Mikudagin 15. juli í Luksemborg býi
19.15: FC Atert Bissen - KÍ (1-2)

Til ber at fylgja við ovast á Portalinum - Dysturin sæst her fyri eitt gjald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder