- Vit í Føroyum hava pøst hesi liðini alt ov nógv undan evropeisku dystunum.
Hetta var ein av staðfestinginunum hjá Jákupi Ósa í seinastu útgávuni av Fótbóltsskýlinum, tá vit tóku samanum fyrstu evropeisku vikuna hjá føroysku liðunum í 2026.
KÍ vann tepurt á meistaraliðnum úr Luksemborg í Klaksvík, NSÍ spældi javnleik har móti ferðatroyttum liði av Malta tveir dagar seinni, og Víkingur tapti við tveimum málum í Íslandi móti nummar sjey í deildini har.
Conference League 1. umfar, fyrri dysturin
Týsdagin 7. juli við Djúpumýru
KÍ - FC Atert Bissen 2-1 (1-0)
Hósdagin 9. juli við Djúpumýru
NSÍ - Hamrun Spartans 1-1 (1-0)
Hósdagin 9. juli á Samsungarvølli, Garðabær
Stjarnan - Víkingur 3-1 (1-1)
Felags fyri dystirnar var, at føroysku liðini eftir góðar byrjanir mistu takið út á dystin, hóast tey eru í dystarvenjing - samanlagt avrikaðu tey nóg væl í seinnu hálvleikunum.
![]()
NSÍ megnaði ikki at halda stigið eftir steðgin móti Hamrun Spartans. 1-1 var vónbrot eftir umstøðunum og eftir gongdini í 1. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)
Hoyr eisini:
Aron Benaminsen (Víkingur): - Ikki eins hugsavnaðir í 2. hálvleiki
Petur Knudsen: - Vit missa tíverri takið í seinna hálvleiki
Árni Frederiksberg: Ein 2-1 sigur er ok - men ynskiligt var við einum størri sigri
Serliga sóu teir hjá KÍ og NSÍ merktir út móti liðum, sum ikki spæla landskapping í løtuni. Hetta staðfestu spælararnir eisini eftir dystirnar í Klaksvík, og tá slíkt rák er, so noyðist man at hyggja eftir tí, staðfestir fótbóltstíðindamaðurin og ítróttarskrivarin hjá bolt.fo og Norðlýsinum.
- Tað er eitt rák, og liðini hava spælt nógv fleiri dystir beint undan fyrstu evropeisku dystunum enn vant og harðar dystir eisini, sigur Jákup Ósa.
Eftir landsliðssteðgin í juni spældu KÍ, Víkingur og NSÍ øll fimm kappingardystir innan tríggjar vikur: Frá mitt í juni og til fyrst í juni. KÍ og NSÍ spældu fimm dystir innan 19 dagar og millum annað 120 minuttir einaferð, og hjá KÍ vóru fýra dagar frá oddadysti við Løkin til ársins fyrstu evropeisku uppgávuna við Løkin. Nakað sum Árni Frederiksberg og Magnus Powell báðir fíltust nakað fyri viku síðani.
Tað, at seinnu steypahálvfinalurnar fyri stuttum vóru á skránni, ávirkar, og Jákup Ósa heldur, at FSF og feløgini noyðast at hyggja eftir støðuni til næsta ár. Tí hóast lið kunnu skifta út, og tað er gott við onkrum hørðum og avbjóðandi dystum undan "Evropa", so kann tað eisini gerast ov nógv.
- Í einum lítlum landi sum Føroyum noyðist man at geva sær allar gjørligar fyrimunur, sigur ítróttarskrivarin.
KÍ spælir seinna Champions League-dystin í Luksemborg mikukvøldið, og hósdagin spæla NSÍ og Víkingur ávikavist á Malta og við Djúpumýru. Meira um hesar uppgávurnar í næstu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald