Fótbóltur

KÍ vann tepurt - HB fór avstað við øllum móti NSÍ

Og EBS/Skala vann 2-1 í Sørvági. Fyrsta umfar í bestu deildini hjá kvinnum er avgreitt.

(Skíggjamynd: Tv.fo)

(Skíggjamynd: Tv.fo)

2022-03-22 23:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrsta umfar í bestu kvinnudeildini er avgreitt. Fyrsti dysturin í umfarinum varð leiktur sunnudagin tá Víkingur var á vitjan í Vági hjá felagsliðnum í Suðuroynni.

Her gjørdist tað sonn málveitsla. Víkingur vann heili 16-0 móti TB/FCS/Royn, sum er nýtt lið í deildini.

Meistararnir í KÍ høvdu í kvøld vitjan av B36. Tað hevur gingið misjavnt hjá teimum hvítu úr Gundadali seinastu árini, men talan bleiv um ein spennandi dyst ímóti klaksvíkskvinnum, sum verða mettar at vera FM-favorittar aftur í ár.

Beint fyri hálvleik legði Malena Olsen KÍ á odda 1-0, sum eisini var einasta mál sum kom í dystinum.

Í Havn vóru steypavinnararnir og silvurvinnararnir frá í fjør, NSÍ, á vitjan. Undan dystinum vóru runavíkskvinnur mettar at vera favorittar, men HB mótprógvaði hesum, og vann 2-0. Rebekka Katrine Klein Olsen legði HB á odda tá ein góður hálvur tími var eftir, og stutt fyri leiklok økti Astrid Mittfoss til 2-0.

Ein góð byrjan hjá havnarkvinnum, sum í fjør endaðu á fimta plássið og taptu steypafinaluna móti nettupp NSÍ.

Uppflytarnir í fjør, 07 Vestur, hevði vjtjan av EBS/Skála sum gjørdist nummar trý í fjør. EB/Skála vann dystin 2-1 við málum frá Leu Lisberg og Sólju Ernsdóttir. Lisa Haraldsen skoraði málið hjá vágakvinnum.

Her sært tú hæddarpunkt og mál frá 1. umfari (tv.fo)

Úrslit 1. umfar

07 Vestur - EBS/Skála kvinnur 1-2 (0-2)
4’ Lea Lisberg 0-1
22’ Sólja Ernstdóttir 0-2
50’ Lisa Haraldsen 1-2

KÍ - B36 kvinnur 1-0 (1-0)
45’ Malena Olsen 1-0

HB - NSÍ kvinnur 2-0 (0-0)
69’ Rebekka Katrine Klein Olsen 1-0
84’ Astrid Mittfoss 2-0

TB/FCS/Royn - Víkingur 0-16 (0-12)
6’ Marita á Fríðriksmørk 0-1
7’ Hanna Isaksen Højgaard 0-2
11’ Marita á Fríðriksmørk 0-3
13’ Rakul Sørensen 0-4
17’ Mona Rasmusdóttir 0-5
22’ Hanna Isaksen Højgaard 0-6
24’ Jensa Tórolvsdóttir 0-7
34’ Hanna Isaksen Højgaard 0-8
37’ Hanna Isaksen Højgaard 0-9
38’ Jens Tórolvsdóttir 0-10
41’ Marita á Fríðriksmørk 0-11
42’ Mona Rasmusdóttir 0-12
49’ Rakul Sørensen 0-13
53’ Sára Poulsdóttir á Líðarneda 0-14
57’ Hanna Isaksen Højgaard 0-15
64’ Rakul Sørensen 0-16

Stigatalvan Betri deildin kvinnur

1. Víkingur (3 stig)
2. HB (3 stig)
3. EBS/Skála (3 stig)
4. KÍ (3 stig)
5. 07 Vestur (0 stig)
6. B36 (0 stig)
7. NSÍ (0 stig)
8. TB/FCS/Royn (0 stig)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder