Klassamunur var av tikið upp á tungu av fleiri við Løkin í gjárkvøldið og eisini eftir dystin. Tað var líknandi munur, sum sást í 1. hálvleiki í dystinum við Løkin í 9. umfari, tá NSÍ setti oddaliðið uppá pláss - í fyrstu "veruligi" royndini hjá runavíkingum á heimavølli í kappingarárinum. Í mun til tá hevði NSÍ ikki Petur Knudsen, Bárð Jógvansson Hansen, Pætur Hentze, Búa Egilsson og Jóhan Troest Davidsen tøkar í gjárkvøldið. Síðstnevndi skuldi spæla, men noyddist at melda pass í síðstu løtu vegna sjúku. Búi var á bonkinum, men er darvaður av skaða í løtuni.
NSÍ vann 22. juni sannførandi, tá oddaliðið vitjaði við Løkin, men tá var tað við einum flúgvandi Peturi Knudsen á odda (Mynd: Sverri Egholm)
KÍ varð úrlatið á Tórsvølli fyri beint yvir tveimum vikum síðani. 6-2 ósigurin fyri B36 var eitt stórt afturstig í oddastríðnum og eitt slag fyri stoltleikan hjá KÍ. Hjá KÍ vóru nýggju leikararnrir ikki tøkir. Ole Erik Midtskogen var á bonkinum allan dystin, Boris Dosljak var í Montenegro í samband við, at hann er vorðin pápi, og Ísak Simonsen noyddist út við skaða longu eftir eitt korter - vøddaskaðin í lærinum argaði aftur. Avloysarin, Ólavur Niclassen, gjørdi tað tó sera væl, og soleiðis var allan vegin runt hjá teimum í bláum og hvítum: Einstøku avrikini vóru øll í hægra endanum, og liðavrikið var frálíkt.
Tveir av innskiftarunum: Aron Knudsen og Ólavur Niclassen (Mynd: Sverri Egholm)
Í 2016 sungu áskoðarnir hjá KÍ um "Bjartalíð og Klettskarð - Føroya besta álopspar í løtuni". Tað var eingin ivi um hetta. Samanlagt skoraðu teir báðir klaksvíkingarnir 37 mál í Betrideildini ta árið (umframt sjey í steypakappingini), og áleypararnir funnu hvønn annan og hinar sera væl. Í gjárkvøldið vóru teir fremstu menninir, og sóu væl upplagdir út. KÍ spældi ágangandi og hótti NSÍ nógv. Trýstið, har teir á útliðnum fóru upp og trýsti teir tríggjar miðverjarnar mann-mann, samstundis sum ein sera vælupplagdur Deni Pavlovic lukkaði Betuel Hansen av, og bakkur og miðverji í bóltsíðu vóru til reiðar at traðka upp, eydnaðist eisini heilt væl. KÍ var omaná frá byrjan, og tá Deni, við aftaru stong, stútaði eitt hornaspark frá Patriki Johannesen úr vinstru í málið um miðjan fyrra hálvleik, var tað ein nátúrlig avleiðing av gongdini.
Mynd: Sverri Egholm
Deni Pavlovic var ein av teimum allarbestu á vøllinum (Mynd: Sverri Egholm)
Málið kom eftir fleri hornaspark á rað. Eina løtu seinni rakti Jonn Johannesen tvørtræðið, og Tórður Thomsen var noyddur at gera eina stórbjarging, tá Páll royndi seg, NSÍ vardi sín brotsteig rímiliga væl men hevði sera torført við at fáa spælið at eydnast. Tó sá tað betri út seinastu løtuna fyri steðgin, og heimaliðið noyddi KÍ at hugsavna seg um at verja eina løtu. NSÍ hevði ein stóran møguleika í 1. hálvleiki. Tað var málskjúttin frá 1-0 sigrinum á Skála í farnu viku, Steffan Løkin, ið stútaði væl eftir gott innlegg úr vinstru, men Kristian Joensen bjargaði sera væl.
Eftir steðgin hevði NSÍ bert eina veruliga roynd. Tað var, tá Oddur Højgaard royndi seg við stútara eftir hornaspark. Hetta var, tá støðan var 2-0: KÍ økti, tá ein tími var leiktur. Patrik Johannesen var sera eyðsýndur í vinstru í gjár og gav Jann Martin Mortensen á høgra vongbakki, og verjupartinum hjá NSÍ annars, stórar trupulleikar. Hann breyt ígjøgnum í vinstru, kom ímóti baklinjuni og legði flatt inn í málteigin. Við aftaru stong stóð Klettskarð púra leysur, og so var lætt at seta bóltin í málið. Stutt frammaundan hevði Bjartalíð spælt nummar 9 frían, men Tórður bjargaði væl, og málið kom í einari løtu, har KÍ trýsti NSÍ væl og týðiliga søkti næsta málið. Tórður hevði eisini nakrar aðrar góðar bjargingar í dystinum, og KÍ-leikararnir vunnu flestu nærdystirnir og 2. bóltarnir og megnaðu nógv betri at halda fast í bóltinum.
Patrik Johannesen og Jann Martin Mortensen í nærdysti (Mynd: Sverri Egholm)
Eftir 2-0 málið var so at siga eingin ivi. Føroyameistararnir høvdu sera gott tamarhald á støðuni og vóru nakrar ferðir nær við at økja. NSÍ tapti sín fyrsta heimadyst í ár, lat fyri fyrstu ferð meira enn eitt mál inn og saknaði týðiliga stóru profilarnar, hóast teir í gulum og svørtum stríddist væl. Við úrslitinum eru liðini jøvn í stigum - tvey stig aftanfyri HB sum er stórfavorittur móti TB í kvøld. Sunnudagin skal NSÍ spæla ímóti júst HB, og har er neyðugt at fáa stig, um liðið hjá Glenn Ståhl skal hanga við í oddastríðnum. Troest verður allarhelst tøkur aftur, og tá verður nýggi miðvallarin, Jasper Christjansen, allarhelst eisini við. Ivasamt er við hinum. Hetta var fyrsti sigur í innahýsis topp-fýra dysti hjá KÍ í ár, og føroyameistararnir eru stórfavorittur í komandi trimum dystunum: Úti móti Skála og EB/Streymi og heima móti ÍF, og Heini Vatnsdal, David Skrbec og Lukasz Jarosinski verða tøkir heilt skjótt
13. umfar:
27.07 - Við Løkin
NSÍ - KÍ 0-2 (0-2)
22' Deni Pavlovic (Patrik Johannesen) 0-1
60' Páll Klettskarð (Patrik Johannesen) 0-2
NSÍ (5-4-1/3-4-3): Tórður Thomsen - Jann Martin Mortensen (68' Pætur Skipanes), Jákup Jakobsen, Oddur Árnason Højgaard, Rógvi Egilstoft, Jann J. Benjaminsen - Steffan Abrahamson Løkin, Mórits Heini Mortensen (68' Aron Knudsen), Betuel Hansen, Salmundur Bech (82' Hans Marius Davidsen) - Klæmint Andrasson Olsen (L)
Venjari: Glenn Ståhl
KÍ (4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic, Jesper Brinck, Ísak Simonsen (17' Ólavur Niclassen) - Jonn Johannessen (87' Dávid Langgaard), Deni Pavlovic (90' Steinbjørn Olsen), Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen - Jóannes Bjartalíð, Páll Andrasson Klettskarð
Venjari: Mikkjal Kjartansson Thomassen
Myndir frá dystinum
- Vísa vit eru har sum okur skulu vera
Mugu vinna hvønn dyst fyri at hanga í toppinum
- Rætta liðið sum vann
Støðan
1. HB 34 stig (13 dystir)
2. NSÍ 32 stig (14 dystir)
3. KÍ 32 stig (14 dystir)
4. B36 28 stig (13 dystir)
5. Víkingur 20 stig (12 dystir)
6. ÍF 20 stig (13 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (13 dystir)
8. TB 6 stig (12 dystir)
9. AB 5 stig (14 dystir)
10. Skála 1 stig (14 dystir)
Í dag - 28.07
18.00: HB - TB
Í morgin (Ólavsøkudag) - 29.07
16.00: B36 - Víkingur
Hini úrslitini í gjár:
AB - ÍF 2-2 (1-1)
34' Uros Stojanov 0-1
45' Bjarki Nielsen 1-1
49' Gundur E. Petersen 1-2
58' Tóki á Lofti 2-2
Skála - EB/Streymur 1-3 (1-1)
5' Arnbjørn Hansen 0-1
25' Poul Kallsberg 1-1
55' Gutti Dahl-Olsen 1-2
95' Tóki Johannesen 1-3
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald