Fótbóltur

NSÍ styrkir miðvøllin

Eitt av liðunum ið kappast um FM, fær nú leikara í hópin sum hevur spælt 18 dystir í Superliguni farna kappingarár. Jesper Christjansen er 32-ára gamal og kemur úr Lyngby BK.

Jesper

Jesper "Jelle" Christjansen hevur seinasti seks árini leikt 172 dystir fyri Lyngby. Nú skal hann royna seg í føroyskum fóbólti - við NSÍ (Mynd: lyngby-boldklub.dk)

2020-07-27 07:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

NSÍ hevur 32 stig fyri 13 dystir og bjóðar HB av í oddinum í Betrideildini. Spurningurin er, um NSÍ hesaferð megnar at verða við heilt har frammi, tá alt skal avgerðast.

Liðið hevur bert latið seks mál inn, og fremstu menninir eru Klæmint Andrasson Olsen og Petur Knudsen, tó at Petur er skaddur í økslini í løtuni. Ivi hevur verið sáddur um trý-mans miðvøllurin er nóg sterkur í longdini, tó at eingin ivi tykist verða um, at Betuel Hansen er millum teir allarbestu verjukendu miðvallarnar (sokallaðu 6'arnar) í landinum, og at ungu leikararnir Aron Knudsen og Mórits Heini Mortensen hava víst seg væl fram í fleiri dystum í ár. Salmundur Bech er eisini komin væl inn á liðið.

Glenn Ståhl fær nú ein royndan leikara, sum hevur spælt á hægsta støði í Danmark í nøkur ár, í hópin til seinnu hálvu. Talan er um 32-ára gamla danan Jesper Christjansen. Sáttmálin hjá honum við Lyngby BK gongur út nú 1. august 

Sum ungur var hann í nógv ár í Brøndby - á ungdómsliðunum og eisini rundanum besta liðið. Eftir nógv ár í næstbestu donsku deildini fekk miðvallarin sínar fyrstu minuttir í Superliguni í 2016. Tað var við Lyngby, ið hann hevur umboðað 172 ferðir seinastu seks árini, og sum miðvallarastríðsmaðurin var við at spæla upp í bestu deildina tað árið. Harfrá hevur nýggi NSÍ-leikarin rímiliga nógvar Superliga-royndir (18 dystir í ár sambært Transfermarket), umframt at hann hevur spælt fyri sælendska liðið í Europa League - NSÍ skal í august royna seg í tí kappingini. 

Talan kann gerast um ein sannan fong fyri NSÍ, sum, sambært millum annað in.fo, í summar hava roynt at fingið fatur á Heina Vatnsdal. Hvørki Jesper Christjansen ella Heini Vatnsdal spæla við í kvøld, tá NSÍ og KÍ hittast til sera týðandi dyst við Løkin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder