Fótbóltur

KÍ verður uttan Simen komandi vikurnar

Norski lyklaleikarin fór út við baklærskaða næstan beinanvegin leygarkvøldið ímóti Skála.

Skaðar halda dugnaliga leikaranum hjá KÍ aftur í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)

Skaðar halda dugnaliga leikaranum hjá KÍ aftur í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-19 11:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Simen Sandmæl var aftur í byrjunaruppstillingini hjá KÍ móti Skála leygarkvøldið, eftir at hann sat uttanfyri móti Víkingi og ÍF vegna trupulleikar í rygginum.

Tað gingu tó færri enn tíggju minuttir, til norðmaðurin noyddist at lata seg útskifta. Norðlýsið skrivar, at orsøkin var ein fiburspreinging í baklærinum. Ein slík tekur vanligt nakrar vikur, og tískil verður Simen ikki tøkur til teir tríggjar dystirnar hjá KÍ undan landsliðsteðginum. 

Tveir oddadystir eru á skránni komandi tvær vikurnar; fyrst B36 mikukvøldið og HB kemur á vitjan hjá KÍ 1. septmeber. Simen Sandmæl hevur verið ein profilur hjá KÍ og í deildini í ár, so hetta er ein smeitur hjá einum av liðunum, ið kappast um FM.

Verjuleikarin Deni Pavlovic er eisini úti hesar dystirnar; hann skal sita seinnu hálvuna av hansara leikbann uppá seks dystir. Norðlýsið skrivar eisini, at tað er ivasamt hvussu leingi Torbjørn Grytten, ið fór út við baklærsskaða í Fuglafirði 5. august, skal sita uttanfyri afturat. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder