Tann fyrra av dagsins fjórðingsfinalum í Gundadali var ein endurtøka av uppgerðini í 6. umfari millum steypavinnaran og núverandi oddaliðið í Betrideildini. Lagt var upp til ein spennandi dyst, og B36 og KÍ leveraðu eisini dramatikk og undirhald. Dysturin hevði nógvan inntensitet, tað varð givið alt í nærdystinum og leikferðin var til tíðir høg.
Í hálvleikinum sá einki út hjá KÍ. Heimaliðið var á odda 2-0 og fekk hildið klaksvíkingunum, ið vóru meira á bóltinum, frá málmøguleikum. B36 kom á odda tíðliga, tá Eli Falkvard Nielsen fekk prikað bóltin í málið eftir langt innkast frá Benjamin Heinesen úr vinstru. Liðið hjá Jákup á Borg hótti fleiri ferðir uppá umsitlling, og beint fyri hálvleik revsaði B36 útiliðið, ið misti bóltin í uppspælinum. Árni Fredeiksberg varð sendur avstað, og hann trillaði yvirum til hin nýggja álopskenda leikaran, ið er komin úr Eysturoynni.
B36 kom eisini væl út eftir steðgin, men skjótt byrjaði KÍ at skapa vandamiklar støður. Mikkjal Thomassen satsaði eisni álopskent við útskiftngunum. Miðskeiðis í 2. hálvleiki eydnaðist tað so hjá innskifta Darius Lewis at minka um munin. Ungi leikarin úr USA skoraði til 2-0 í 3-0 sigrinum skírisdag, og hesaferð setti hann høvdið á eitt frálíkt innlegg frá Ísak Simonsen og minkaði um munin. Nú royndi KÍ av álvara at leggja trýst á, og tað var nógv lív í dystinum. Fyritreytirnar hjá B36 at verja leiðsluna gjørdust verri tíggju minuttir fyri tíð, tá Brian tvær ferðir innan ein minutt fekk gult kort.
Eitt seinasta sats kom frá KÍ-bonkinum, tá 20-ára gamli áleyparin Aksel Bjartalíð Danielsen varð settur inn í 85.minutti. Hann skuldi ikki brúka nógva tíð; Aksel fekk fótin á, tá Simen Sandmæl sendi eitt heldur miseydnað skot avstað. So var 2-2, stór frøi á mongu norðoyingunum í bygdaskýlinum, og lagt upp til spennandi 2x15 minuttir. Í B36 eru teir serfrøðingar at spæla í undirtali í longdari leiktíð í steypakappingini, men KÍ kom skjótt á odda í dag, tá sera gott innlegg av Jóannes Kalsø Danielsen varð stýrt inn av innskifta norðmanninum, Torbjørn Grytten.
Heimaliðið lat seg ikki sláa seg út, og ein av innskiftarunum hjá Jákupi Borg, Ragnar Samuelsen, javnaði við góðum málið í 100 málið. Hetta var tó dagurin hjá KÍ, og tveir minuttir seinni fekk Jákup B. Andreasen lagt KÍ á odda aftur í samband við hornasparksstøðu. Hesaferð fekk B36 ikki svaraði aftur við tíggju monnum; útiliðið hevði so at siga fult tamarhald á og kundi havt økt.
B36 - KÍ 3-4 e.l.l (2-2 eftir vanliga leiktíð)
8’ Eli Falkvard Nielsen 1-0
45’ Brian Jakobsen 2-0
66’ Darius Lewis 2-1
89’ Aksel Bjartalíð Danielsen 2-2
96’ Torbjørn Grytten 2-3
100’ Ragnar Samuelsen 3-3
102’ Jákup Biskopstø Andreasen 3-4
Reytt kort: Brian Jacobsen (81')
KÍ er í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypinum fyri triðju ferð seinastu fýra árini. B36 noyddist at leggja kongin eftir hart stríð og endurvinnur harvið ikki steypið. KÍ hevur nú vunnið tvær ferðir á B36 í Gundadali um páskini og hevur sera nógv sjálvsálit í løtuni.
Hinar fjórðingsfinalurnar:
Víkingur - B68 10-0 (4-0)
7’ Heðin Hansen 1-0
12’ Gunnar Vatnhamar 2-0
14’ Heðin Hansen 3-0
25’ Sølvi Vatnhamar 4-0
72’ Andreas Lava Olsen 5-0
75’ Adeshina Lawal 6-0
81’ Heðin Hansen 7-0
84’ Dion Splidt 8-0
88’ Gert Hansen 9-0
90’ Adeshina Lawal 10-0
Skála - TB 5-1 (3-0)
4’ Jákup Johansen 1-0
37’ Heðin Klakstein 2-0
45’ Janus Svabo Samuelsen 3-0
51’ Jákup Johansen 4-0
57’ Janus Svabo Samuelsen 5-0
82’ Hávar Albinus 5-1
Reytt kort: Aron Sørensen (54')
17.00: HB - B71 0-0 (hálvleikur)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald