Hondbóltur

Kiel avgjørdi í síðsta sekundi móti Kolstad

Drama í Kiel í Champions League-brakinum: Sander Sagosen fekk beinleiðis reytt kort, og heimaliðið stjól bæði stigini. Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði tvær ferðir.

Elias spældi ikki nógv í kvøld, men føroyski spælskiparin var umráðandi fyri Kiel fyrsta partin av 2. hálvleiki

Elias spældi ikki nógv í kvøld, men føroyski spælskiparin var umráðandi fyri Kiel fyrsta partin av 2. hálvleiki

2023-12-06 20:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Champions League-bólkur A er ógvuliga tættur og spennandi, men THW Kiel fekk eftir tógvið stríð í kvøld staðfest sína støðu sum einsamalt oddalið.

Tvey tey fremstu liðini koma beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar og skulu ikki spæla eyka playoff umfar fyri at koma har til. Tað skulu liðini sum enda frá nummar trý til seks. Í løtuni stríðist Kolstad fyri at koma innum gáttina.

Felagið úr Trondheim vil vera norska umboðið, sum megnar at koma langt í Champions League. Tað eydnaðist eisini Sagosen og liðfeløgunum at vinna 34-30 á Kiel, tá liðini spældu í Noreg í oktober.

Í kvøld vóru væl færri mál í tætta dystinum, og útiliðið varð rakt av skaðum og kortum. Høgri bakkurin Magnus Rød var ikki við vegna skaða, Göran Søgard Johannesson fór út við skaða í 1. hálvleiki, og tá umleið fimm minuttir restaðu fekk størsta stjørnan beinleiðis reytt kort. Sagosen var Kolstad-toppskjútti við fimm málum, tá hann støðgaði kontraálopið. Tær báðar við floytuni úr Fraklandi fóru út at hyggja á video og vístu síðani reyða kortið.

Harvið varð Sander Sagosen noyddur at sita og hyggja eftir restina av dystinum á sínum gamla heimavølli. Elias Ellefsen á Skipagøtu sat á Kiel-bonkinum og sá sínar liðfelagar halda høvdið meira kalt enn teir hjá Kolstad. Nøkur mál á rað til heimaliðið eftir útvísingina var við at koppa tí. Seinasta álopið hjá Kolstad endaði við, at Samie Bellahcene bjargaði væl. Síðani koyrdi Kiel bóltin runt, til tvey sekund vóru eftir. Tá fór Rune Dahmke av vinsta vongi, og var hann ógvuliga tryggur.

Elias spældi ikki nógv í kvøld, men føroyski spælskiparin var umráðandi fyri Kiel fyrsta partin av 2. hálvleiki, tá hann fekk nakrar minuttir. Heimaliðið hevði skorað 11 mál fyri steðgin, men hoyvíkingurin var við at fáa gongd á. Nummar 71 skoraði tvey góð mál: Við tí fyrra hekk Elias á Skipagøtu vatnrættur og høgri bóltin framvið bokleringunum og millum beinini á Torbjørn Bergerud, hann legði Kiel á odda tá hann smoygdi seg ígjøgnum á uttarsíðuni og skoraði snilt. Elias hevði eisini eitt skot, ið varð blokkað, og eitt sum Bergerud.

Champions League Bólkur A
Wunderino Arena, 06.12
THW Kiel - Kolstad Håndbold 26-25 (11-13)

Toppskjútti: Niklas Ekberg 8 mál
Elias Ellefsen á Skipagøtu: 2 mál - 4 skot

Støðan eftir 10 umfør: 
1. THW Kiel 15 stig  
2. Aalborg Håndbold 12 stig *
-------------------------------
3. Industria Kielce 12 stig  
4. Pick Szeged 11 stig
5. Kolstad Håndbold 9 stig
6. PSG 9 stig *
------------------------
7. RK Zagreb 8 stig
8. Eurofarm Pelister 0 stig

* Ein dyst færri

14 umfør verða spæld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder