Fótbóltur

KÍF vann aftur á H71

Í tætta dystinum í Hoyvík í kvøld vóru kollfirðingar omaná.

KÍF og H71 leiktu ein javnan dyst í Hoyvík í kvøld
(Mynd: Sverri Egholm)

KÍF og H71 leiktu ein javnan dyst í Hoyvík í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-07 21:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

H71 tók í kvøld ímóti KÍF í Okkara-deildini. Hetta var dystur nummar seks hjá báðum liðunum. 

Í september vann KÍF við heili tíggju málum, tá H71 var í Kollafirði. Aftur í kvøld vóru kollfirðingar omaná móti føroyameistarunum; hesaferð var dysturin tó væl tættari.

Tað leikaði javnt á so at siga allan fyrra hálvleik. Hvørgan av liðunum "slapp avstað", men fimm minuttir fyri hálvleik kom KÍF á odda við trimum málum. Í hálvleikinum var 13-11 til KÍF.

H71 stríddist allan 2. hálvleik fyri at fáa vent dystinum til sín fyrimuns. Men KÍF lat ongantíð hoyvíkingar koma framum, og hóast H71 kom tætt uppá ímóti endanum og KÍF ikki fekk mál eina løtu, so avgjørdi Borko dystin í seinastu løtu við málinum til 24-22.

Harvið kemur KÍF eitt stig framum StÍF og er eitt stig aftanfyri H71, ið ikki hevur fingið nakra frálíka byrjan uppá kappingarárið.   

H71 - KÍF 22-24 (11-13)

Toppskjúttar: Leivur Mortensen 4 mál; Borko Cupara 7 mál, Hans Eli Sigurbjørnsson 10 mál

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder