Allir føroyingarnir í bestu íslendsku deildini vunnu í 6. umfari, sum er avgreitt síðstu dagarnar, og allir landsliðsspælararnir og lið teirra eru nú í topp-fýra.
Mánakvøldið vann KA Akureyri 2-1 í Kópavági móti uppflytarunum HK. Hetta var eftir tógvið stríð - heimaliðið var á odda, men Asgeir Sigurgeirsson skoraði tvey mál seinasta hálva tíman. Hann avloysti Pætur Petersen beint eftir steðgin.
Í gjárkvøldið spældu bæði Breiðablik og oddaliðið Víkingur Reykjavík. Patrik Johannesen fekk stoyt í knæðið í dysti fyri Breiðablik hóskvøldið, har hann annars legði upp til mál, og var tískil ikki tøkur til útidystin móti Fylkir í gjárkvøldið. Patrik skal í skannara í dag.
Pætur Petersen byrjar sum oftast inni fyri Akureyri (Mynd: Sverri Egholm)
Patrik Johannesen hevur verið fastur maður síðani skiftið frá Keflavík - í gjár kundi tvørmaðurin tó ikki vera við í hópinum (Mynd: Sverri Egholm)
Klæmint Andrasson Olsen byrjaði inni fyri fyrstu ferð í landskappingini, og áleyparin takkaði fyri álitið. Í 27. minutti kom hart innlegg úr høgru, sum Klæmint kastaði seg fram til í málteignum og beindi í málið.
32-ára gamli rituvíkingurin avgjørdi dyst fyri Breiðablik fyri ellivu døgum síðani - í gjár endaði tað 2-1 til Breiðablik. Fylkir hevði javnað stutt eftir leiðslumálið, men stutt fyri leiklok gjørdi heimaliðið sjálvmál - Klæmint varð útskiftur í 65. minutti. Harvið fekk Breiðablik øll stigini við sær og er nú á 3. plássið við tólv stigum - eitt plás og eitt stig frammanfyri KA.
Sí eisini: Samrøða við Klæmint í Norðurmakedónia í mars, har hann kemur inn á umskifti til lívið í Íslandi
Tað er eitt lið, sum hevur fult stigatal í bestu íslendsku deildini. Tað er Víkingur Reykjavík, sum hevur Gunnar Vatnhamar í hópinum og sum fastan mann. Leirvíkingurin spældi aftur í gjárkvøldið fullan dyst, og aftur vann liðið úr høvuðsstaðnum. Sigursmálið kom tó ikki fyrrenn í 95. minutti, tá danin Nikolaj hansen sló til.
28-ára gamli føroyingurin er fastur maður, og røkti í gjár plássið sum sentralur miðvallari og seinni sum vinstri miðverji - eftir at Víkingur skifti leikskipan. Liðini spæla 7. umfar í vikuskiftinum
Topp-fýra í Íslandi eftir seks umfør
1. Víkingur Reykjavík 18 stig (Gunnar Vatnhamar)
2. Valur 15 stig
3. Breiðablik 12 stig (Klæmint Andrasson Olsen og Patrik Johannesen)
4. KA Akureyri 11 stig (Pætur Petersen)
7. umfar hjá føroysku spælarunum
Leygardagin 13.05
KA Akureyri - Valur
KR Reykjavík - Breiðablik
Sunndagin 14.05
Víkingur Reykjavík - FH
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald