Hann spældi sín A-landsdyst nummar 55 í Moldova. Rituvíkingurin jagstrar framvegis mál nummar 11, ið hevði verið føroyskt landsliðsmet, og tað var ógvuliga nær við seint í fyrra hálvleiki fríggjakvøldið
- Bólturin rakti líka ein verjuleikara á vegnum og kom so eitt sindur aftarlaga. Eg fekk so skotið á og rakti mitt á málverjan. So tað var eitt sindur ergeligt.
Um Klæmint Andrasson Olsen hevði skorað, hevði tað verið 0-2. Tað endaði tó eitt í Moldova, eftir at gestirnir vóru greitt omaná eftir steðin. Áleyparin sigur, at føroyska liðið kom at liggja ov djúpt.
Klæmint í dystinum í Moldova...
Klæmint til venjing í dag (Myndir. Sverri Egholm)
Undan venjingini í dag segði rituvíkingurin, at tað er gott fyri landsliðið at fáa ein dyst afturat nú, fyri at millum annað fáa roymt ymiskt. Håkan Ericson avdúkaði eisini á tíðindafundinum í dag, at upp til sjey broytingar kunnu væntast í føroysku byrjanaruppstillingini.
Sí eisini:
Myndir frá venjingini á Todor Proeski leikvøllinum
Meira dentur lagdur á menning enn úrslit í Norðurmakedónia
(Video): Shaki í Skopje - Kroppurin manglar kappingardystir
Í samrøðuni ovast her kemur Klæmint eisini inn á fyrstu tíðina í Íslandi. Vit spurdu metmálskjúttan, hvussu umskifti hevur verið. Hann viðurkennir, at tað hevur hart - at vant seg við støði og eisini at vera burtur frá familjuni - men staðfestir samstundis, at tað er eisini ógvuliga spennandi. Klæmint Olsen vildi royna yrkisfótbólt, og hann arbeiðir fram ímóti at gera mun fyri eitt lið í oddinum í íslendskum fótbólti.
Føroyar og Norðurmakedónia spæla venjingardyst á Todor Proeski leikvøllinum í morgin klokkan 17 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald