Skopje, Norðurmakedónia (Portalurin) - Føroyska A-landsliðið við monnum venur í løtuni á Todor Proeski-leikvøllinum, ið er beint við Park gistingarhúsið. Tað er har, at føroyska ferðalagið heldur til í norðurmakedónska høvuðsstaðnum, her tað er heitt í dag.
Á tíðindafundinum beint áðrenn spurdi Portalurin Håkan Ericson, hvussu nógvar broytingar hann hevði í hyggju at gera til venjingardystin í annaðkvøld. Svenski venjarin helt fyrst heldur skemtandi fyri, at vit tíðindafólk altíð eru so forvitin. Síðani vildi hann tó gjarna avdúka, at tað verða talan um íhvussu er 5-6 broytingar í mun til dystin í Moldova - møguliga heilt upp til sjey.
- Eftir at vit hava hugt uppá dystin í Moldova aftur, er tað eingin ivi um, at vit ikki eru nøgdir við seinna hálvleik, har vit ikki megna at halda fast. Tað er ein tilgongd, og vit skulu arbeiða hart og rætt fyri at flyta okkum. Tað vóru undan dystinum viðurskifti, sum órógvaðu okkum, og tað er týðiligt nú, at spælararnir eru sera troyttir - tað at teir næstan ikki hava kappingardystir í beininum ávirkaði.
Jákup Biskopstø Andreasen var eisini á pallinum til tíðindafundin. Miðvallarin úr Klaksvík fær tí helst aftur ein stóran leiklut í morgin - hann staðfesti, at føroyska liðið avgjørt kann og skal betra um nøkur ting í mun til dystin í Moldova (Mynd: Sverri Egholm)
Fyri føroysku miðlarnir var tað nakað so óvanligt sum gangifrástøða frá gistingarhúsinum til leikvøllin (Myndir: Sverri Egholm)
Mads Boe Mikkelsen skorar her fyri Føroyar. Talan var um hansara fyrsta landsliðsmál. Hann er ikki tøkur í morgin. Viljormur Davidsen (nøsin) og Odmar Færø (baklær) vandur báðir við í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Tann møðin merkist nú, og av tí at talan er um venjingardyst í morgin, so fer Håkan Ericson at gera nógvar broytingar. 62-ára gamli sviin kundi eisini avdúka, at málskjúttin í dystinum í Moldova - Mads Boe Mikkelsen - ikki verður í hópinum, tí hann fekk eitt strekk í baklærið tíðliga í seinna hálvleiki fríggjakvøldið.
Sí eisini: Mads: At skora mál er tann besta kenslan
Annars so var Håkan Ericson fegin um, at landsliðið er savnað nú og fær ein dyst afturar. At tað júst er Norðurmakedónia er hóskandi, sigur hann. Eitt er, at tað ikki var lang ferðing eftir dystin í Moldova, og at norðurmakedónia heldur ikki hava undankappingardyst í næst viku. Sambært Håkani er tað eisini eitt lið, sum líkist sterkastu liðunum í undankappingarbólkinum: Kekkia og Póllandi. Talan er ikki eins høga góðsku, men tað snýr seg meira um leikhátt og mentalitet í spælinum.
Føroyar og Norðurmakdeónia spæla venjingardyst á Todor Proeski leikvøllinum í Skopje klokkan 17 í morgin, mánadagin 26.03.
Les eisini: Meira dentur lagdur á menning enn úrslit í Norðurmakedónia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald