
(Samrøða við Mads Boe Mikkelsen eftir Moldova-Føroyar 24. mars sæst omanfyri)
Hann hevði eina heilt góða støðu stutt áðrenn, men kviki miðvallarin valdi at royna skotfintu tvær ferðir heldur enn at skjóta. Í 27. minutti var Mads Boe Mikkelsen tó knappur og ísakaldur, tá Meinhard Egilsson Olsen spældi hann leysan. Hann skeyt bóltin millum beinini á moldoviska málverjanum við vinstra beininum.
Mads segði við Portalin eftir dystin, at hann ikki vildi bíða ov leingi seinnu ferð, og at tað er tann besta kenslan at skora. Tó iðraði 23-ára gamli KÍ-spælarin seg um, at tað ikki eydnaðist Føroyum at fáa fulla úrtøku.
Her fegnast Mads Boe Mikkelsen yvir sítt fyrsta landsliðsmál...
...og annar av metmálskjúttunum í føroysku landsliðssøguni var skjótur at fagna manninum, sum er búsitandi til Leirvíkar, har hann eisini hevur ættarbond (Myndir: Sverri Egholm)
1-1 dysturin í Moldova í gjár var tann fyrsti i EM-undankappingini, og hetta var fyrsti undankappingardystur hjá Mads Boe Mikkelsen frá byrjan. Sigast má, at hann tók av.
Í juni í fjør spældi Mads Mikkelsen á A-landsliðnum á fyrsta sinni. Dysturin í gjár var tann sjeyndi hjá honum. Áður hevur Mads spælt 5 U21-landsdystir og skora eitt mál (í 3-1 sigri á Svangaskarði). Hann gjørdi í fjør tvey mál í evropeiskari kapping fyri KÍ.
Les eisini:
Mads einasti málskjútti í fyrra hálvleiki í Moldova
Moyrir føroyingar í Moldova
Í dag hevur føroyski hópurin ferðast til Norðurmakedónia. Her er venjingardystur á skránni mánakvøldið.
Tøl: FSF og Faroesoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald