Fótbóltur

Mads higartil einasti málskjúttin í Moldova

23-ára gamli miðvallarin var ísakaldur, tá hann setti vinstra fótin á eftir frálíkt føroyskt álop. Føroyar hava í høvuðsheitinum havt gott tamarhald á dystinum.

Mads Boe Mikkelsen hevur skorað í sínum fyrsta undankappingardysti frá byrjan (Mynd: Sverri Egholm)

Mads Boe Mikkelsen hevur skorað í sínum fyrsta undankappingardysti frá byrjan (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-24 20:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar hava spælt fyrsta hálvleikinum í hesari undankappingini og eru á odda 1-0 á útivølli.

Heimaliðið hevur ikki megnað at spælt seg til nakrar upplagdar møguleikar - tað vandamiklasta Moldova higartil hevur verið, er tað okkara hava mist bóltin á veg fram. Annars hevur verjuparturin hjá Føroyum sum heild verið stinnur.

Føroyska málið kom eftir ógvuliga vælspælt álop, sum byrjaði heilt afturi hjá nýgga málverjanum Mattiasi Lamhauge. Eftir snilda avlvering frá Jákup Biskopstø Andreasen fram til Meinhard Egilsson Olsen, sum síðani rak einar fjøruti metrar við ferð og helt yvirblikki, gjørdist talan um stóran málmøguleika. Hann fekk Mads Boe Mikkelsen, sum staddur í brotsteignum nakað framanundan ikki hevði skotið, og hesaferð varð KÍ-spælarin ísakaldur. Hann setti vinstrabeinið á, og so var føroyskur fagnaður. 

[object Object]
Mads rann væl afturum verjuketuna og skeyt fyrstuferð

[object Object]
[object Object]


[object Object]
Meinhard Egilsson legði upp til føroyska málið (Myndir: Sverri Egholm)

Hetta er fyrsta landsliðsmálið hjá Mads Boe Mikkelsen, sum í kvøld spælir sín fyrsta undankappingardyst frá byrjan.

Løtu seinni fekk Klæmint Andrasson Olsen ein stóran møguleika við aftaru stong eftir gott hart innlegg frá Mads, men moldoviski málverjin var knappur. 

Undankapping til EM 2024, fyrsta umfar
24.03 - Stadionul Zimbru, Chisinau
Moldova - Føroyar (0-1)

27' Mads Boe Mikkelsen (Meinhard Egilsson Olsen) 0-1

Føroyar (4-4-2): Mattias Heðinson Lamhauge – René Shaki Joensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Mads Boe Mikkelsen, Sølvi Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Meinhard Egilsson Olsen – Klæmint Andrasson Olsen, Patrik Johannesen

[object Object]
Liðformaðurin Viljormur Davidsen hevur tvær ferðir verið noyddur at líka fara útum at fáa viðgerð orsakað av bløðing í nøsini (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder