Fótbóltur

Moyrir føroyingar eftir midnáttarfótbóltin í Moldova

Føroyar vóru á odda í fyrsta undankappingardystinum í ár eftir frálíkt mál, men liðið hjá Håkani Ericson misti tamarhaldið og takið stutt eftir steðgin. Leiðin gongur seinni í dag frá Moldova til Norðurmakedónia, har venjingardystur er á skránni.

Klæmint Andrasson Olsen og hinir stríddust, men tað tyktist at mangla megi og yvirskot sum seinni hálvleikur leið (Mynd: Sverri Egholm)

Klæmint Andrasson Olsen og hinir stríddust, men tað tyktist at mangla megi og yvirskot sum seinni hálvleikur leið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-25 07:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Chisinau, Moldova (Portalurin) - Dysturin í gjárkvøldið var startskotið til EM-undankappingina og samstundis ein av teimum fyrstu kappingardystunum hjá flestu av føroysku spælarunum í 2023. Hetta sást eisini. Håkan Ericson ásannaði eftir dystin, at tað ávirkaði sum dysturin leið, at føroysku spælararnir so at siga ikki hava spælt kappingardystir í ár.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Landsliðsvenjarin vildi tí ikki vera ov harður við spælararnar, og hann staðfesti - eins og spælararnir - at liðið fall ov langt aftur á vøllin og kom undir trýst seinast hálva tíman, sum klokkkan nærkaðist midnátt í Moldova. Eisini høvdu Føroyar leingi ógvuliga trupult við at hótta hinvegin. Hóast ein góðan fyrra hálvleik og eitt mál eftir flott álop, ið Mads Boe Mikkelsen átti síðsta fótin á, so var útjavnandi málið hjá Moldova eitt slag av nátúrligari avleiðing av støðuni.

Sí samrøður við venjaran, liðformannin og málskjúttan her

Eina løtu sá tað tó út til, at føroyingar kundu hóra undan, hóast fleiri ótryggar løtur við og í okkara brotsteigi: Odmar Færø bjargaði á strikuni, Gunnar Vatnhamar ruddaði einaferð burtur í málteiginum, og báðir miðverjarnir blokeraðu skot í brotsteignum í somu støðu. Einaferð kostaði tað heldur ikki, at Mattias Lamhauge gav ein returbólt.

Hetta var alt innanfyri áleið eitt korter, men í 86. minutti metti skotski dómarin, at armurin hjá innskifta Heina Vatnsdal var ov langt uppi í andlitinum hjá Moldova. Brotssparkið varð trygt umsett til mál, og so endaði tað 1-1 - eins og tað gjørdi á sama staði fyri júst tveimum árum síðani, tá liðini settu skjøtul á HM-undankappingini. 

[object Object]Ion Nicolaescu javnar til 1-1 fyri Moldova (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er helst eingin ivi um, at teir mongu spælararnir í føroysku deildini høvdu verið betri ílatnir til uppgávuna, um kavin ikki hevði darvað síðst vikurnar, og um teir høvdu spælt kappingardystir síðstu vikuskiftini. Tað manglaði orka og yvirskot, men samlað er úrslitið áleið tað, sum kann væntast í slíkum útidysti - serliga undir verandi umstøðum. Håkan Ericson segði eisini, at teir í føroysku leguni eftir túrin helst kunnu hyggja aftur og vera rímiliga nøgdir: Tað er altíð keðiligt at missa so seint, men Moldova var bara greitt omaná í stórum løtum eftir steðgin.

Nú snýr tað seg um at fáa eyguni vend ímóti dystinum í Norðurmakedónia mánadagin. Talan er um venjingardyst, so venjaratoymi fer millum annað at royna ymiskar aðrar spælarar. Sannlíkt er, at menn sum Viljormur Davidsen (helst brotið nøsuna), Odmar Færø (fór út í gjár vegna trupulleikar við baklærinum), Meinhard Egilsson Olsen (júst komin aftur eftir brot í hondini) ikki spæla. Bárður á Reynatrøð fær helst møguleikan í málinum. Føroyska ferðalagið flýgur longur suður seinnapartin.

Undankapping til EM 2024, fyrsta umfar
24.03 - Stadionul Zimbru, Chisinau
Moldova - Føroyar 1-1 (0-1)
27' Mads Boe Mikkelsen (Meinhard Egilsson Olsen) 0-1
87 Ion Nicolaescu (br.) 1-1

Føroyar (4-4-2): Mattias Heðinson Lamhauge – René Shaki Joensen, Odmar Færø (79' Heini Vatnsdal), Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Mads Boe Mikkelsen (71' Gilli Rólantsson), Sølvi Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Meinhard Egilsson Olsen (79' Ári Mohr Jónsson) – Klæmint Andrasson Olsen (79' Páll Andrasson Klettskarð), Patrik Johannesen (62' Noah Mneney)

Venjari: Håkan Ericson

Sí myndir frá dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder