Hann setur met, hvørjaferð hann skorar eitt mál í Betrideildini. 28-ára Klæmint Andrasson Olsen skoraði á Ólavsøku í fjør sítt mál nummar 154 í fremstu røð, og harvið yvirhálaði hann Jákup á Borg.
Síðani metmálið hevur Klæmint funnið netmeskarnar 15 ferðir; í gjár skoraði áleyparin úr Rituvík sítt fyrsta hattick í Betrideildini í yvir trý ár. Í fjør summar skoraði Klæmint Olsen hattrick í Europa League á heimavølli móti Hibernian.
Klæmint hevur í ár skorað í trimum av sínum níggju dystum fyri NSÍ. Tvey tey fyrstu málini komu í 4-2 heimasigrinum á Víkingi í 4. umfari, seinasta vikuskifti skoraði Klæmint eisini tvær ferðir - tað var í Trongisvági - í gjár kom so eitt gott hattrick.
Liðformaðurin hjá NSÍ hevur nú skorað sjey mál í níggju dystum, umframt at hann skoraði í Gundadali, tá HB sló NSÍ út í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Einki av málunum í Betrideildini eru skoraði uppá brotsspark.
Klæmint er í løtuni deildur toppskjútti við Jóannes Bjartalíð úr KÍ. Hann hevur leikt ein dyst færri í Betrideildini og hevur eisini sjey mál - trý av hesum málunum eru komin uppá brotsspark.
Klæmint Olsen var toppskjútti fýra ár á rað (2013-2016). Í fjør skoraði hann 13 ferðir. Bjartalíð hevur møguleika at leggja seg einsamallan á odda aftur í kvøld, tá KÍ vitjar á Skála. Fylg gongdini á forsíðu okkara.
Hagtøl: Faroe Soccer
Sambært bolt.fo hevur Klæmint A. Olsen felst málstig (mál/upplegg) saman við Adrian Justinussen og Jóannes Bjartalíð. Allir hava tíggju. Klæmint hevur harvið lagt skorað trý mál og lagt upp til trý í Betrideildini higartil.
Fótbóltur
Klæmint er nú aftur á tindinum
Við trimum málum móti AB í gjárkvøldið, fyrsta hattrikinum í deildini í yvir trý ár, hevur Klæmint Andrasson Olsen sjey mál í níggju dystum í Betrideildini.
Í fjør sló hann metið fyri mest skoraði mál í fremstu føroysku deildini - í løtuni er hann deildur toppskjútti í Betrideildini (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-05-13 15:50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald