Ársins fyrsti almenni fótbóltsdysturin var seinnapartin á Tórsvølli. Fótbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum skipa fyri dystinum, sum er eina viku undan landskappingarbyrjan.
Klaksvíkingar hildu fram har teir sleptu í fjør, og vísa eina styrki, sum væl kann røkka til eitt meistaraheiti aftur í ár.
Jóannes Bjartalíð skoraði málið til 1-0 tá 22 minuttir vóru leiktir, men hini bæði málini hjá KÍ skoraðu tveir sum í fjør báðir leiktu í reyðum og svørtum.
Tað vóru nevniliga Mads Boe Mikkelsen og René Shaki Joensen, sum skoraðu í ávikavist 42. og 48. minutti.
B36 minkaði um munin beint fyri leiklok við máli sum Michal Przybylski setti í netið.
Seinast KÍ-menninir vunnu stórsteypið var í 2020. Tað var í dysti móti HB, sum varð avgjørdur við brotssparkskapping, sum endaði 5-4 til klaksvíkingar.
Inntøkurnar frá teimum omanfyri 500 áskoðarunum, sum vóru til dystin, fara hesaferð til Epilepsifelagið.
KÍ - B36 3-1 (2-0)
22’ Jóannes Bjartalíð 1-0
42’ Mads Boe Mikkelsen 2-0
48’ René Shaki Joensen 3-0
89’ Michal Przybylski 3-1
Sí eisini: Myndir: KÍ - B36 stórsteypadystur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald