Fótbóltur

Klaksvíkskappingin: 9-1 í finaluni

Teir næstbestu hjá NSÍ høvdu ongan kjans móti sterka KÍ-liðnum. Fyrr í dag vann Víkingur 6-0 á B36.

2020-02-23 18:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist ikki talan um spennandi og javnar dystir í Klaksvík. 

Í fyrra dystinum, um triðja plássið, stillaði B36 upp við sínum 1.deildarliðið. Michal Pryzbylski spældi 1. hálvleik, annars var talan um leikarar, ið ikki eru nær við byrjanaruppstillingina á besta liðnum.

Eykamálverjin hjá Víkingi, Sonni Højgaard, stóð í mál hjá B36, og hann var noyddur at fara í meskarnar eftir bóltinum seks ferðir. Víkingur nýtti nógvar ungar leikarar, men hevði í báðum hálvleikunum nakrar royndar leikarar á vøllinum - Finnur Justinussen skoraði málið í 1. hálvleiki eftir upplegg frá Ara Olsen. Av teimum ungu gjørdi millum annað Olaf Bárðarsson um seg við tveimum heilt góðum málum og við nógvum góðum støðum .

Í fyrra hálvleiki í fnaluni spældu Tórður Thomsen og Haraldur Reinert Højgaard fyri NSÍ - annars var bert talan um eyka/1.deildar/ungdómsleikarar.  Hetta gjørdi KÍ sær dælt av við góðum spæli og níggju málum. Kristian Joensen var ikki á vøllinum og Jesper Brinck og Ólavur Niclassen vóru ikki tøkir. Annars vóru 16 av føstu leikarunum í sterka KÍ-hópinum á vøllinum.

Sigurin kundi verið størri, men hóast NSÍ minkaði um munin til 2-1 við góðum máli frá Sølva Sigvardsen, so var ongantíð nakar ivi um, at steypið fór at verða verandi í Klaksvík. Málini hjá KÍ skoraðu: Páll Andarsson Klettskarð 3, Ole Erik Midtskogen 2, Alessio Hyseni 1, Jóannes Bjartalíð 1, Patrik Johannesen 1, Odmar Færø 1.

Komandi vikuskifti er stórsteypadysturin millum KÍ og HB á skránni á Tórsvølli.


Dysturin um 3. plássið:
B36 - Víkingur 0-6 (0-1)

Finalan: 
KÍ - NSÍ 9-1 (6-1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder