FSF: Her eru úrslitini í fimta umfari í Betri Deildini, sum varð spælt í kvøld:
B36-KÍ 0-2
Føroyameistararnir vóru aftur í kvøld væl upplagdar, og hóast B36 var leikliga væl við ein stóran part av dystinum, so hevði KÍ tamarhald á støðuni so at siga alla tíðina.
Eftir nakrar meira og minni naskar royndir báðar vegir, legði Malena Olsen gestirnar á odda við einum frálíkum langskoti, tá knappur hálvur tími var spældur.
KÍ var eisini spælstýrandi í seinna hálvleiki, og umframt at skapa fleiri góðar málmøguleikar, megnaðu tær eisini at halda B36 frá at fáa nakra heilt stóra roynd. Sigurin varð sligin fastur miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Rannvá Andreasen skoraði til 2-0, og harvið hevur KÍ vunnið á øllum hinum liðunum í deildini, nú øll hava spælt eina ferð ímóti hvørjum øðrum.
EBS/Skála-HB 2-1
Við brotssparksmáli í yvirtíðini, tryggjaði EBS/Skála sær fyrsta sigurin í ár, tá HB vitjaði á Eiði. Dysturin var fyri tað mesta javnur, serliga í fyrra hálvleiki, sum eisini endaði málleysur. Stutt inn í seinna hálvleik løgdu gestirnir seg tó á odda, tá Julia Naomi Mortensen skoraði sítt fyrsta mál í ár. Løtu seinni javnaði Anna Katrina Mikkelsen fyri EBS/Skála, og so var dysturin aftur víðopin.
Restina av dystinum var HB meira á bóltinum, tó uttan at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnar, og alt bendi á, at dysturin fór at enda við javnleiki. Men í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk heimaliðið brotsspark, sum Birna T. Mikkelsen umsetti til mál.
Harvið hevur EBS/Skála vunnið sín fyrsta sigur í ár, og tær yvirhála sostatt HB, sum enn ikki hevur vunnið nakran dyst í ár.
ÍVB-NSÍ 1-1
Liðini fingu eitt brotsspark, eitt mál og eitt stig í part, tá slagið um Eysturoynna stóð í Sarpugerði í kvøld. Spælið var hampuliga javnt býtt millum liðini í fyrra hálvleiki, tó fekk heimaliðið nakað meira burturúr í málmøguleikum.
Hjá NSÍ gekk álopsspælið sum vera man gjøgnum kvika liðskiparan Heidi Sevdal, og tað var eisini hon, sum skaffaði teimum eitt brotsspark stutt fyri hálvleik. Hetta setti Rúna Olsen í netið til 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Seinni hálvleikur líktist í stóran mun fyrra, og heimaliðið legði við tíðini vaksandi trýst á málið hjá NSÍ. Hetta gav úrslit miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ÍVB fekk brotsspark, sum Jacoba Langgaard umsetti til mál. ÍVB helt eisini á at royna eftir sigursmálinum seinastu løtuna, men nærri enn nøkur heilt góð langskot komu tær ikki. Dysturin endaði sostatt við javnleiki 1-1.
Úrslit og málskjúttar
B36 - KÍ (0-2)
27' Malena Olsen 0-1
72' Rannvá Biskoptstø Andreasen 0-2
EBS/Skála - HB (1-2)
65' Julia Naoomi Mortensen 0-1
72' Anna Katrina Mikkelsen 1-1
90' Birna Tummasardóttir Mikkelsen 2-1 brotsspark
ÍF/Víkingur/ÍF - NSÍ (1-1)
39' Rúna Olsen 0-1 brotsspark
77' Jacoba Langgaard 1-1 brotsspark
Stigatalvan eftir fimm umfør
1. KÍ (15 stig)
2. B36 (6 stig)
3. NSÍ (5 stig)
4. ÍF/Víkingur/B68 (4 stig)
5. EBS/Skála (4 stig)
6. HB (3 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald