Hondbóltur

Klárt at melda til Faroe Islands Handball Cup 2022

Longu nú ber til at melda seg til hondbóltskappingina, sum verður í Vági í august – Freistin er tó ikki fyrr enn 1. juni, men bert 70 lið sleppa við, siga fyriskiparar.

2021-11-26 20:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stóra hondbóltskappingin, Faroe Islands Handball Cup verður aftur í Vági komandi ár, tá spælt verður í døgunum 1. til 3. august 2022.

Hondbóltskappingin bjóðar tríggjar dagar við hondbóltsspæli, har spælt verður í Marghøllini (og møguliga eisini í Vágs Høll) – og eins og undanfarin ár verður spælt í aldursbólkunum frá U10 til og við U16 og fyri bæði gentur og dreingir.

Umframt hondbólt, so fáa luttakarar á Faroe Islands Handball Cup eisini upplivingar fyri lívið í framúr góðu umstøðunum í Vági, bæði í Páls Høll, Marghøllin og Vágs Høll, í nærumhvørvinum, á fjørðinum og úti í náttúruni annars. Kvøldini verða merkt av hugna og samveru, har tey ungu njóta løturnar saman í Vági, siga fyriskiparar.

Stórur áhugi fyri kappingini
Stórur áhugi er fyri Faroe Islands Handball Cup, og sambært fyriskiparum vísa lið uttan úr heimi nú eisini áhuga fyri at koma til stóru hondbóltskappingina í Vági – og tilmeldingin er longu byrjað.

Hóast umstøðurnar í Vági eru góðar og stórar bæði í Marghøllini og í Vágs Høll, er gjørt av, at seta eitt mesta tal av luttakandi liðum. Hetta merkir, at í mesta lagi 70 lið kunnu kappast til Faroe Islands Handball Cup 2022.

Tilmelding til Faroe Islands Handball Cup 2022 fer fram her á heimasíðuni www.handballcup.fo – har tað eisini er kunning um luttøkugjald og kostnaðir í samband við Faroe Islands Handball Cup 2022. Freistin fyri tilmelding er 1. juni 2022, men havst skal tó í huga, at tilmeldingin letur aftur, tá 70 lið eru tilmeldaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder