Í gjárkvøldu spældi Burton Albion úr triðbestu deildini seg víðari við sigri á Middlesbrough. Manchester City, ið vann kappingina í fjør, vann eftir brotssparkskapping í Leicester. Burton fær eina risa uppgávu í januar; City verður mótsstøðuliðið í hálvfinaluni.
Í kvøld var brak á skránni á Emirates leikvøllinum. Tvær og ein hálv vika eru gingnar, síðani liðini hittust í Premier League, tá Arsenal vann 4-2 í undirhaldandi uppgerð. Bæði liðini stillaðu við sterkum liðið. Tað gjørdist ikki talan um eins undirhaldandi og spennandi dyst hesuferð, og hesaferð var Tottenham omaná. Við málið frá Son í 1. hálvleiki og Dele Alli í 2. spældi Tottenham seg víðari, hóast Arsenal var nakað omaná hvat hagtølum viðvíkur.
Ein keðilig hending var í 2. hálvleiki, tá ein Arsenal-fjeppari kastaði eina plastikfløsku í nakkan á Dele Alli. Tà liðini hittust seinast, varð eitt bananskal kastað eftir Arsenal-áleyparanum Pierre-Emerick Aubameyang. Tottenham-áskoðarin fekk eina bót og leikbann frá fótbólti í fýra ár.
Ein annars dystur varð leiktur í London. Har avgjørdi innskifti Eden Hazard fjórðingsfinaluna móti Bournemouth í 84.minutti og sendi harvið Chelsea til hálvfinaluna, har liðið skal møta Tottenham, ið setti Hazard og co. uppá pláss í seinasta mánaði í Premier League.
Í næstu og fjórðu viku í januar hittast liðini í hálvfinalunum.
Fjórðingsfinalurnar:
Leicester - Manchester City 1-1; 2-4 eftir brotsspørk
Middlesbrough - Burton Albion 0-1 (0-0)
Chelsea - Bournemouth 1-0 (0-0)
Arsenal - Tottenham 0-2 (0-1)
Fótbóltur
Klárt til hálvfinalurnar í Carabao Cup
Tottenham vann á Arsenal í North London Derby í kvøld og skal møta Chelsea í hálvfinaluni.
Dele Alli og Tottenham vunnu á arvafíggindanum í fjórðingsfinaluni í kvøld (Mynd: The Guardian)
2018-12-19 22:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald