Fótbóltur

Klassamunur í Manchester

City var greitt omaná í grannauppgerðini; bæði Arsenal og Chelsea snávaðu á heimavølli.

Pep og Mourinho heilsast eftir dystin; í dag vóru mennirnir hjá Guardiola omaná í Manchester
(Mynd: EPA)

Pep og Mourinho heilsast eftir dystin; í dag vóru mennirnir hjá Guardiola omaná í Manchester (Mynd: EPA)

2018-11-11 18:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað varð lagt upp til ein spenanndi sunnudag í Premier League, tá flestu av liðunum í oddinum spældu.

Mest spenningur var um Machester-grannauppgerðina. Har var munurin tó rímiliga greiðir. City setti seg á dystin frá byrjan, og longu í 12. minutti skoraði David Silva eftir upplegg frá Bernardo Silva. United kom so líðandi nakað betri inn í dystin, men skapti ikki nógv. 

Tíðliga inn í 2. hálvleik vann City bóltin á miðjum vølli, Aguero fekk hann, spældi banda við Mahrez og smekkaði til í spískum. De Gea náddi ikki at fáa hendurnar upp, og so var 2-0. United svaraði tó skjótt aftur. Innskifti Lukaku var feldur av Ederson, og formsterki Martial var ísakaldur úr ellivu metru. 

United royndi at fáa útjavnandi málið og at gera enn eitt comeback, men City gevur ikki nógv burtur, og seinastu minuttirnar vardi heimaliðið við bóltininum og avgjørdi dystin, tá fáir minuttir vóru eftir. Innskifti Gundogan gjørdist púra fríur eftir gott innlegg frá Bernardo Silva, og týskarin tamdi bóltin væl og setti hann trygt inn. Málið kom eftir 44 samanhangandi City alveringar.

Hagtølini vísa, at City var omaná og vann uppiborið. City er aftur oddalið, og tá Everton fekk málleysan javnleik á Stamford Bridge, so er frástøðan niður til Chelsea nú fýra stig. Liverpool, ið vann fyrr í dag er tvey stig aftanfyri.

Arsenal misti eisini stig í London. Wolves, ið dámar væl at arga oddaliðini, legði seg á odda í 1. hálvleiki. Í 87.minutti fekk Mkhitaryan javnað. Arsenal er nú 4 stig frá arvafíggindanum og 4. plássinum.

12. umfar: 
Liverpool - Fulham 2-0 (1-0)
Chelsea - Everton 0-0
Arsenal - Wolves 1-1 (0-1)
Manchester City - Manchester United 3-1 (1-0)

1.Manchester City 32 (12 dystir)
2.Liverpool 30 (12 dystir)
3.Chelsea 28 (12 dystir)
4.Tottenham 27 (12 dystir)
5.Arsenal 24 (12 dystir)


  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder