2018-12-03 18:26
Enska fótbóltssambandið (FA) hevur nú ákært venjaran hjá Liverpool, Jurgen Klopp, fyri ringan atburð undir dystinum millum Liverpool og Everton í gjár.
Grannauppgerðin var sera tøtt, og tá Divock Origi skoraði sigursmálið í 96. minutti, rann Klopp inn á vøllin í gleðirúsi.
Hetta fær nú allarhelst avleiðingar fyri venjaran, sum hevur til 6. desember klokkan 18 at svara ákæruni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald