Eftir at hann kom til Anfield í 2015, hevur Jürgen Klopp kollvelt Liverpool. Eftir vónbrot í Carabao Cup-finaluni og Europa League-finaluni í 2016 hevur liðiið spakuliga lyft sítt støði høgri og hægri, og í fjør fekk Liverpool 97 stig í Premier League. Tað rakk bert til silvur, tí Manchester City fekk heili 98 stig. Í Champions League lyftu teir reyðu tó steypið - nummar seks í størstu evropeisku kappingini kom í hús móti Tottenham í Madrid.
Nú jagstrar Liverpool fyrsta enska meistaraheiti í næstan 30 ár, og í løtuni bendir so at siga alt á, at tað kemur í hús í mai. Liðið hevur víst høgan klassa í ár og hevur 46 stig útav 48 møguligum. Seinastu 33 dystirnar, síðani 3. januar, er Liverpool ósigrað í Premier League. Í løtuni er liðið við manninum, ið Klopp avloyst í venjarasessin á Anfield fyrsti avbjóðari hjá Liverpool. Leicester hevur havt eitt frálíkt kappingarár undir Brendan Rodgers, men tað er ósannlíkt, at meistararnir frá 2016 megna at hála inn á Klopp og hansara menn, og City fánar meira og meira úr myndini.
Liverpool spældi seg í vikuni víðari til áttandapartsfinalurnar í Champions League. Nú er greitt, at 52-ára gamli venjarin á pappírinum heldur fram til 2024. Týskarin og Liverpool hava longt samstarvið - undanfarni sáttmálin var galdandi til 2022.
- Tá eg fekk tilboðið í 2015, helt eg, at eg og Liverpool hóskaði perfekt saman. Hetta hevur víst seg at vera heilt rætt. Nýggi sáttmálin er ein staðfesting av arbeiðnum, sum vit hava útført saman, og hvat vit framhaldandi kunnu uppnáa. Tá eg síggi menningina av felagnum og tað góða samarbeiði, føli eg bara, at mítt íkast kann vaksa.
Hetta sigur Klopp í almennu útmeldingini, eftir at sáttmálin var undirskrivaður. Liverpool tekur í morgin ímóti botnliðnum Watford í fyrsta dytinum í 17. umfari og kann leggja seg 11 stig á odda.
Fótbóltur
Klopp til 2024
Liverpool-fjepparar hava fingið eina framskundaða jólagávu.
(Jurgen Klopp og Liverpool hava longt samstarvið, ið higartil hevur eydnast sera væl - Mynd: EPA)
2019-12-13 17:54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald