placeholder
Fótbóltur

Liverpool gjørdi sítt í Eysturríki

Í einum óguvliga undirhaldandi dysti í Salzburg var Liverpool omaná orsakað av tveimum tøttum málum í 2. hálvleiki. Napoli vann greitt á Genk.

Naby Keita, ið fyrr hevur spælt við eysturríska liðnum, skoraði til 1-0 (Mynd: EPA)

Naby Keita, ið fyrr hevur spælt við eysturríska liðnum, skoraði til 1-0 (Mynd: EPA)

2019-12-10 20:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var nervi í dystinum. Tað var høg leikferð, nógvar vandamiklar støður og nógvir møguleikar í báðum endum. Tað var undirhaldandi og stuttligt at hyggja eftir: Eitt frískligt lið, ið bjóðaði Champions League-meistarunum av, har liðið hjá Klopp at enda var 

Setningurin hjá Red Bull Salzburg var greiður: Ein sigur móti suverena oddaliðnum í Premier League var eitt krav, fyri at koma víðari til áttandapartsfinaluna í kappingini har mótsstøðuliðið er meistari. Liverpool skuldi brúka ein javnleik. Heimaliðið legði eisini trýst á meistararnar beinanvegin. Liverpool var tó sera vandamikið í umstillingunum, har pláss kom til Mané og Salah, av tí at Salzburg trýsti so høgt og ágangdi. Samanlagt høvdu liðini sjey skot hvør á mál í dystinum, men Liverpool hevði væl fleiri, sum ikki raktu málið.

[object Object]
Erling Braut Haaland irðaði seg fleiri ferðir í kvøld. Norðmaðurin hevur annars gjørt tað frálíka væl í Champions League í ár (Mynd: EPA)

Haaland royndi at gerast tann fyrsti leikari til at skora í øllum dystinum í Champions League bólkaspælinum. 19-ára gamli norðmaðurin hevði eisini nakrar góðar møguleikar. Tað hevði álopsmakkarin, Hwang, eisini, og álopskendi miðvallarin, Takui Minamino stóð aftanfyri so at siga allr tær góðu støðurnar hjá Salzburg. Álopskendi japanski leikarin var sera eyðsýndur í kvøld.

[object Object]Minamino roynir seg (Mynd: EPA)

Tað var ótrúligt, at einki mál kom fyri steðgin, og í byrjainini av 2. hálvleiki var leikferðin tann sama. Salah hevði misnýtt tveir risamøguleikar í 1. hálvleiki, og hann helt fram í saa lag eftir stegðin. Teir báðir fyrrverandi Salzburg-leikararnir á Liverpool-liðnum, Mané og Keita stóðu aftanfyri 1-0 málið. 10'arin trekti framvið málverjan, og legði inn fyri málið har miðvallarin stútaði bóltin í álið. Í minuttinum eftir hetta revsaði Salah eitt mistak í Red Bull-verjuni. Hesaferð var egyptin í ísakaldur: Trekti framvið málverjanum og skoraði úr spískum við sínum høgra beini. 

[object Object]

[object Object]
Salah brendi fleiri stórar málmøguleikar, men fekk tó skorað til 2-0 (Mynd: EPA)

Eftir hetta royndi Salzburg at svara aftur, men luftin var farin úr ballónini, og Liverpool koyrdi sigurin trygt heim. Teir reyðu vunnu bólkin frammanfyri Napoli, sum vann 4-0 á Genk. Pólleningurin Milik var í hopla og gjørdi hattrick fyri steðgin. Í 2. hálvleiki sló Dries Mertens til við brotssparki. 

[object Object]

[object Object]
Champions League-ævintýrið hjá Salzburg er av, meðan enn eitt kanska er á veg hjá Klopp og hansara monnum (Myndir: EPA)

[object Object]

Milik gjørdi hattrick móti Genk (Mynd: EPA)

Bólkur E:


Napoli - Genk 4-0 (3-0)
Salzburg - Liverpool 0-2 (0-0)

Endaliga støðan: 
Liverpool 13
Napoli 12
Red Bull Salzburg 7
Genk 1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder